Ein útróðrarbátur stjól í gjárkvøldið ein stuttleikabát í Danmark. Maðurin, sum eigur stuttleikabátin, sat uttanfyri við einum kaffikoppi, tá ein útróðrarbátur legði upp á síðuna av stuttleikabáti hansara, sum lá fyri ýla, og fór avstað við honum.
Tilburðurin var nærhendis Kolding, men enn hevur løgreglan ikki funnið stuttleikabátin aftur. Sambært løgregluni er talan um eina rættiliga óvanliga framferð.