Starvsfólkini á Shell fingu í dag at vita, at stjórin, Hákun Djurhuus, hevur sagt seg úr starvi. Hann er ósamdur við handilsstragiini hjá altjóða móðurfelagnum. Tað kom sera óvæntað á bæði starvsfólk og nevdina í Føroya Shell, at stjórin seinastu 10 árini, Hákun Djurhuus, hevur sagt seg úr starvi.
Hetta sigur Tummas Hansen, fíggjarstjóri í Shell Danmark, sum er einasti føroyingur, ið situr í fýramanna-nevndini hjá Føroya Shell.
- Tað er ongin loyna, at Hákun Djurhuus hevur verið ósamdur í altjóða handilsstrategiini hjá móðurfelagnum, men vit høvdu ikki roknað við, at hann fór at siga seg úr starvi, sigur Tummas Hansen. Hann varð kunnaður um avgerðina hjá Hákuni Djurhuus í telduposti í gjárkvøldið.
Tummas Hansen leggur dent á, at tað ikki er eftir trýsti frá nevndini, at Hákun Djurhuus leggur frá sær, men at avgerðin eina og aleina er hansara egna.
Seinnu árini eru hendar nógvar broytingar í stóra, altjóða oljufelagnum, og hetta hava dótturfeløgini merkt í dagliga rakstinum. Dótturfeløgini hava í størri og størri mun verið noydd at laga seg til eina felags handilskós, ið móðurfelagið hevur stungið út í kortið. Sum skilst er tað hetta, sum fráfarandi stjórin er so mikið ósamdur í, at hann hevur valt at siga upp.
Tað hevur ikki eydnast at fáa eina viðmerking frá Hákuni Djurhuus sjálvum.