Stjórin stevnir partafelagnunum

Fyrrverandi stjórin í P/F North Atlantic Provider, Suni á Dalbø, hevur nú stevnt felagnum, eftir at hann varð sagdur úr starvi herfyri.

Nevndarformaðurin kennir tó einki til nakra stevning.

Suni á Dalbø, fyrrverandi stjóri í North Atlantic Provider, hevur í tíðindaskrivi boðað frá, at hann nú stevnir felagnum. Stjórin varð sagdur úr starvi, eftir at felagið legði virksemið stilt, eftir bert at hava virkað í fáar mánaðar.

Fyrrverandi stjórin, Suni á Dalbø, góðtekur ikki uppsøgnina. Hvørki orsøk, ella ta mannagongd, sum varð nýtt í sambandi við uppsøgnina.

Suni á Dalbø leggur dent á, at felagið á ongan hátt varð noytt at gevast við virkseminum, men at nevndin hinvegin sjálv valdi at leggja virksemi felagsins stilt fyribils.

Hann hevur annars ikki viðmerkingar til málið, sigur hann í tíðindaskrivinum.


Nevndin veit av ongum

Formaðurin í nevndini fyri North Atlantic Provider, Heðin Poulsen, gjørsist ikki sørt bilsin, tá Sosialurin vendi sær til hansara og hann soleiðis fekk tíðindini um, at uppsagdi stjórin hevði stevnt felagnum.

Heðin Poulsen kennir einki til hetta og hann hevur onga stevning sæð. Hann vil fegin síggja stevningina, áðrenn hann kemur við viðmerkingum til málið.

Heðin Poulsen váttar, at felagið er ikki niðurlagt. Virksemið er bert lagt stilt fyribils. Annars hevur hann ongar viðmerkingar, fyrr enn hann hevur tosað við fyrrvernadi stjóran, Suna á Dalbø. Heðin Poulsen vil eisni fegin fáa stevningina, áðrenn hann úttalar seg gjøllari.


Rættarvegin

North Atlantic Provider hevði til endamáls at veita ymsar tænastur í sambandi við oljuvinnuna.

Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá Suna á Dalbø, sum í tíðndaskrivi boðar frá stevningini, men sum í sama skrivi annars ikki sigur seg hava annað at viðmerkja, annað enn, at nú letur til, at málið skal ganga rættarvegin.