Stjørnan aftur á odda

Stjørnan vann toppdystin í Sunset kappingini hjá kvinnum, tá tær vitjaðu hjá Neistanum. Við sigrinum hevur Stjørnan aftur vunnið seg upp á ovastu rók í bestu kvinnudeildini


Neistin-Stjørnan 21-24 (9-12)
Lagt var upp til eitt brak av einum dysti í bestu kvinnudeildini í hondbólti, tá fyrsta umfør av endaspælinum bleiv skotið í gongd um vikuskiftið. Her tók Neistin nevniliga ímóti Stjørnuni, og hesa bæði liðini hava ligið stavn um stavn á fremstu rók í Sunset kappingini í at kalla alt ár.
Undan dystinum lá Neistin fremst við 7 stigum, meðan Stjørnan lá á øðrum plássið við 6 stigum, so vinnarin av dystinum kundi leggja seg einsamallan á odda í bestu kvinnudeildini.
 
Dýr løta fyri Neistan
Fyrstu løtuna var eisini líkt til, at dysturin millum Neistan og Stjørnuna fór at gerast sera spennandi. Liðini fylgdust væl at, men sum hálvleikurin leið hevði Neistin hug at fara eitt sindur frá Stjørnuni. Hesa løtuna riggaði væl hjá Neistanum, og tá 10 minuttir vóru eftir førdi bláa havnarliðið við tveimum málum, men so steðgaði eisini fullkomiliga upp hjá teimum.
Síðsta 10 minuttirnar av fyrra hálvleiki sat Stjørnan á øllum. Verjan riggaði væl, og í fleiri umførum gjørdi Neistin feilir, sum Stjørnan dugdi avbera væl at revsa. Henda løtan kom at kosta dýst hjá Neistanum, tí síðstu 10 minuttirnar skoraði Stjørnan heili 7 ferðir, meðan Neistin bert fekk 2 mál.
Tá liðini fóru til hálvleiks førdi Stjørnan 12-9, og okkurt mátti til hjá Neistanum fyri at venda keðiligu gongdini síðstu løtuna.
 
Stjørnan mundi blakað alt á gólvið
Stjørnan byrjaði seinna hálvleik, sum tær endaðu í fyrra. Fyrstu 10 minuttirnar fekk Neistin einki mál, meðan Stjørnan skoraði 4 ferðir, og nú førdu gestirnir heili 16-9, og dysturin tóktist avgjørdur. Neistakvinnurnar hingu við høvdinum, og alt sýntist at rigga hjá Stjørnuni.
Men knappliga var alt vent á høvdið. Neistin byrjaði at skjóta mál, verjan og málverjin fingu tak á Stjørnuni, og sum tíðin leið át Neistin meir og meir av leiðsluni hjá Stjørnuni.
Tá 5 minuttir vóru eftir at spæla skoraði Ása á Neystabø til 20-21, og nú var bert eitt mál á muni millum liðini, og alt tóktist kunna henda, tí Neistin hevði víst sera gott spæl og góðan vilja at koma innaftur í dystin síðstu løtuna.
Síðstu 5 minuttirnar setti Stjørnan tó trumf á, og at enda vunnu kvinnurnar úr Klaksvík 24-21. Við sigrinum hava tær nú lagt seg á odda í Sunset kappingini hjá kvinnum, men sjálvt um Neistin tapti í dag, so eru tær beint í hølunum á nýggja oddaliðnum.
 
Fakta
 
Neistin-Stjørnan 21-24 (9-12)
Málskjúttar:
Neistin: Nicoleta R. Hansen 8 (2), Ása Dam á Neystabø 3, Unn Kragesten 2, Elin Stakksund 2, Gunnvá Brockie 2, Katja Eigemann 2 (1), Louisa Niclasen 1, Rakul Augustinusen 1
Stjørnan: Alina Olaru 6, Simona Petersen 5, Una Olsen 4, Anna K. Samson 4, Durita Christophersen 3, Joan M. Djordjevic 1, Bára S. Klakstein 1
Brotskøst: Neistin 7, Stjørnan 0
Útvísingar: Neistin 1, Stjørnan 4
Dómarar: Karstin Joensen & Kristian Joensen