VÍF-Stjørnan 20-22 (9-13)
Stjørnan trein fram sum fremsti avbjóðari hjá Kyndli til FM-trónuna, tá tær vunnu 22-20 á VÍF í Vestmanna. Samstundis líktist hetta mønustinginum hjá VÍF, sum nú hevur tapt tríggjar ferðir á rað í endaspælinum.
Saman við Neistanum sær Stjørnan í løtuni út sum einastu veruligu hóttanir hjá Kyndli, sum tó hevur greiða leiðslu í kappingini.
Tað var týðiligt, at tað kom óvæntað hjá VÍF, at Stjørnan byrjaði við skotsterku Simonu Hansen á miðjuni og ikki á bakkinum. Tað var tó ikki Simona, men Joan M. Joensen, sum er komin við aftur eftir skaða, sum skeyt flestu málini hjá Stjørnuni í byrjanini av dystinum.
VÍF-liðið lítur so at siga bert á Ioanu Rapa og Jacklin Durhuus til at gera málini, og Stjørnan valdi at mansverja Jacklin og trýsta vongirnir hjá VÍF aftur, meðan Ioana Rapa fekk meira frítt spæl. Hóast mansverjuna av Jacklin, sum vardi allan dystin, fekk unga álitið hjá VÍF heili átta av teimum níggju málunum hjá heimaliðnum í fyrra hálvleiki.
Men taktikkurin loysti seg kortini væl hjá Stjørnuni, tí tær vunnu hálvleikin 13-9. Sum nevnt var tað í byrjanini serliga Joan Midjord Joensen, sum skoraði, men seinni kom Simona Hansen eisini væl við, og eitt nú skeyt hon trý mál á rað innan tveir minuttir, og tá fór Stjørnan frá 9-10 upp á 11-10.
Simona er góður skjútti, og í hinum endanum telist veteranurin Johanna Mikkelsen millum frægastu málverjar í landinum, tá hon er í rætta lagnum ? og tað var hon sunnudagin. Ioana Rapa, sum vanliga skjýtur fleiri mál, fekk bert tvey í fyrra hálvleiki, og hóast hon kom meira eftir tí í seinna, var tað Stjørnan, sum stýrdi gongdini og ferðini.
Klaksvíksliðið domineraði í seinna hálvleiki og avgjørdi dystin fyrstu tíggju minuttirnar, tá tær løgdu seg á odda so mikið sum 20-11. Sólvá Eystberg, sum er kanska týdningarmiklasti spælarin á liðnum, er vanliga ikki millum teir stóru málskjúttarnar, men sunnudagin skeyt hon seks mál (trý upp á brotskast). Eisini Anna Kristina Samson úti á vinstra vongi hevði sjálvsálit og tordi at bjóða av.
Stjørnusigurin sá tryggur út, og tí valdi venjarin at taka Sólvá Eystberg, sum hevði trupulleikar við sinadrátti, út. Tað vísti seg at vera ein stórur missur hjá Stjørnuni, og so líðandi kom VÍF inn í dystin aftur. Ioana Rapa og Laila Friis skutu tvey mál í part, so støðan bleiv 15-20, og síðani varð Simona Hansen víst av vøllinum í tveir minuttir.
Dysturin lá á vippuni ? Stjørnan hevði ikki skorað í tólv minuttir, meðan VÍF hevði fingið fýra mál og sá út til at kunna fáa enn fleiri.
Tí var málið, sum Anna Kristina Samson skeyt eftir góða fríspæling frá Jastrid Gullaksen til 21-15 sera týdningarmikið fyri dystin, ja kanska avgerandi. Tað kom, tá seks minuttir vóru eftir, og tað lyfti Stjørnuna upp aftur, so tær megnaðu at koyra restina av dystinum heim.
Støðan bleiv 22-16, og hóast VÍF seinastu minuttirnar fekk fýra mál, meðan Stjørnan einki fekk, var munurin ov stórur og tíðin ov stutt til, at veruligur spenningur kom í aftur dystin.
Áðrenn dystin høvdu bæði liðini 11 stig, og dysturin var í roynd og veru ein kapping um, hvat av liðunum skuldi halda fram í FM-stríðnum, og hvat skuldi detta burturímillum. Í dystunum frammanundan hevði VÍF tapt móti bæði Kyndli og GÍ/Tjaldrinum í landskappingini, meðan Stjørnan hevði tapt móti StÍF. Og harumframt høvdu bæði liðini tapt sínar fyrru hálvfinalur í steypakappingini. So hvørgin av pørtunum hevði nøkur serlig úrslit at vísa á, og eisini tí stóð nógv upp á spæl sunnudagin.
Stjørnan endaði omaná, og nú hevur tað alt at siga fyri tær at vinna móti Kyndli í Havn nú sunnudagin. Á tann hátt kann sigast, at dysturin í Vestmanna sunnudagin var eitt slag av ávaring til kvinnurnar hjá Kyndli um, at tær ikki skulu kenna seg ov tryggar enn, og er tað nakað lið Kyndil hevur orsøk til at stúra fyri, er tað Stjørnan, sum í ársins lands- og steypakapping hevur vunnið tveir av trimum og spælt tann seinasta javnan móti føroyameistarunum.
VÍF hevur nú helst tapt ov nógv til at kunna gera seg galdandi. Tær eru sjey stig aftanfyri oddaliðið og hava spælt ein dyst meir. Úrslitini hava verið ov vánalig í seinastuni, og tað er spell, tí tað eru bert tvær vikur síðani, at VÍF við at vinna á Kyndli í Havn kundi leggja seg á odda í deildini.