Tað var lagt upp til eitt sanniligt oddabrak í Klaksvík týskvøldið, tá ið Stjørnan fekk vitjan av oddaliðnum Neistanum. Stjørnan skuldi svara aftur óvæntaða tapið fyri Kyndli um vikuskiftið, og vunnu tær dystin, vóru tær einsamallar á finalugevandi 2. plássi.
Tær megnaðu eisini at vinna dystin tepurt 31-30 eftir at hálvleiksstøðan var 18-15 til Neistan. Ein góður seinni hálvleikur tryggjaði umráðandi sigurin hjá Stjørnuni, sum nú altso aftur dregur frá VB og er einsamalt á 2. plássi.
Stjørnan – Neistin 31-30 (15-18)
Stjørnan: Simona Petersen (12) Una Olsen (7) Judit Hansen (6) Corina Demeterca (3) Bára S. Klakstein (2) Lovisa Lassen (1)
Útvísingar: 2 x 2min.
Neistin: Barbara Brauer (9) Marjun Danberg (9) Bára Hansen (4) Birita Wardum (4) Annika Thomsen (3) Jacklin Durhuus (1)
Útvísingar: 4 x 2min.