Stjørnan eins stórur favorittur og nakar annar hjá kvinnunum

Hondbóltur: Kvinnuliðið hjá Stjørnuni vann á Kyndli og vísti, at tær hava eins góðar møguleikar og nakað annað lið at vinna føroyameistaraheitið í ár

Í fjør lá kvinnuliðið hjá Kyndli alla tíðina millum tey ovastu og bleiv at enda føroyameistari, meðan liðið hjá Stjørnuni lá í niðara enda.

Tí var Kyndil favorittur til at vinna sunnudagin, tá liðini settu hol á sína landskapping í ár. Men tað vísti seg skjótt, at favorittheitið hjá Kyndli ikki hevði so nógv hald í veruleikanum.

Við góðum málmansspæli og skotsterkum bakkum eydnaðist tað Stjørnuni at halda seg framman fyri allan dystin og vinna fult uppiborið móti einum kyndlaliðið, sum ikki tyktist taka uppgávuna í nóg stórum álvara, fyrr enn ov seint var.

Tað er kanska órættvíst at taka nakran spælara hjá Stjørnuni fram um aðrar, men kortini slepst ikki undan at nevna tveir: Jóhanna Mikkelsen í málinum og Sólvá Eystberg á miðjuni. Málverjin hevði ongar trupulleikar av at taka tey flestu skotini hjá Lotte Sørensen og Ann Hansen, og á miðjuni stýrdi Sólvá Eystberg og spældi nógv upp til skjúttarnar Anniku Johansen og Simonu Hansen.

Tað vísti seg enn einaferð, at Kyndil ikki hevur nakran veruligan strikuspælara, og í hesum dystinum var stórur saknur í einum tílíkum. Eisini gekk striltið at fáa vengurnar við. Tað bleiv bert til spæl aftur og fram millum spælararnar mitt fyri, og so endaði tað við, at antin Lotte ella Ann skeyt, og málverjin bjargaði. Serliga í fyrra hálvleiki høvdu føroyameistararnir sera trupult við yvirhøvur at skora ? tá 28 minuttir vóru spældir, hevði Kyndil bert fingið trý mál!

Tað bleiv bert til skot útifrá frá Lotte Sørensen og Ann Hansen, men hvørgin fekk nakað burturúr. Verjan hjá Stjørnuni stóð væl, og í málinum spældi Jóhanna Mikkelsen ein branddyst ? ikki endiliga við at hava góðar bjargingar, men við at duga ótrúliga væl at standa júst har bólturin kom. Hon lúrdi beinanvegin Lotte og Ann av, og tá tað ikki eydnaðist teimum báðum at fáa gongd á málskjótingina, var í roynd og veru einki at gera hjá Kyndli.

Kyndla-venjarin skifti nógv út fyrstu løturnar av dystinum, meðan Stjørnan ? sum hevði nógv færri fólk á bonkinum enn Kyndil ? spældi við somu uppstilling so at siga allan dystin.

Annika Johansen, sum er komin aftur úr Danmark, skeyt fýra mál í fyrra hálvleiki, og tvær ferðir á rað fekk Anna Kristina Samson brotskast frá vonginum. Marita Hermansen stóð væl í Kyndla-málinum, og takkað verið henni bleiv ongantíð heilt leyst millum liðini.

Í seinna hálvleiki kom Simona Hansen eisini við í málskjótingina. Hon skeyt fýra mál, tá Kyndil fór at mansverja Anniku Johansen ? í staðin fyri Sólvá Eystberg, sum hevði størri týdning fyri álopsspælið hjá Stjørnuni, hóast hon ikki skeyt so nógv sum mál sum Annika.

Tá eini tveir minuttir vóru eftir, fór Kyndil at verja langt uppi á vøllinum, og tað gjørdi eisini, at tær í eini handavending komu frá 13-17 upp á 16-17. Men tað var ov seint, og tá Stjørnan so fekk mál í seinastu sekundunum til 18-16, var liðugt.

Sum heild vísti dysturin sunnudagin, at um tað ikki gongur væl hjá Lotte Sørensen og Ann Hansen, fær Kyndil ikki mál. Liðið hjá Stjørnuni er nógv betri enn í fjør, og tær hava longu víst, at tað ikki er nøkur grund fyri, at tær ikki skulu vera millum tey ovastu liðini í ár. Men nógvir dystir eru eftir enn, og nógv kann broytast, men sum nú er, er torført at fáa eyga á nakran avgjørdan FM-favoritt í kappingini hjá kvinnunum.


Kyndil-Stjørnan 16-18 (5-7)

Kyndil: Lotte Sørensen 5 (2), Ann Hansen 3, Brynhild Klein 2, Jórun Ludvig 2, Beinta Sørensen 2, Rakul N. Joensen 1, Jensia H. Petersen 1.

Stjørnan: Annika Johansen 6 (1), Simona Hansen 4 (2), Sólvá Eystberg 3, Anna K. Samson 3, Jastrid Gullaksen 1, Hansy Thomsen 1.

Útvísingar: Kyndil 2, Stjørnan 1.