Vit hava fyrr í hesum kappingarárinum sæð, at Stjørnan hevur eitt gott tak á Kyndli. Í fyrsta dystinum í landskappingini tann 11. oktober vann Stjørnan 18-16 í Havn, og tá liðini hittust aftur í Klaksvík 28. november, endaði tað við javnleiki 24-24.
Sunnudagin byrjaðu liðini 1999 við at spæla fjórðingsfinalu í steypakappingini. Dysturin var í Klaksvík, har Stjørnan higartil í hesum kappingarárinum ? burtursæð frá móti Neistanum beint fyri jól ? hevur verið tung at syfta.
Og hesaferð var eingin ivi. Stjørnan vann 21-13 eftir at hava verið á odda 8-6 í hálvleikinum. Fyrstu løtuna gekk javnt á, men tá tíggju minuttir vóru spældir, fór Stjørnan við støðuni 4-4 at mansverja týdningarmiklasta spælaran hjá Kyndli, Lotte Sørensen, og tá kom ein avgerandi vend í dystin. Hóast munurin ikki vaks so nógv á máltalvuni restina av hálvleikinum, fekk Stjørnan nú greiða yvirvág, samstundis sum spælið hjá havnarliðnum stagneraði. Í seinna hálvleiki bleiv longri og longri millum liðini, og at enda hevði Stjørnan vunnið ein greiðan átta máls sigur.
Munurin á liðunum sunnudagin sást aftur á fleiri økjum. Henda dagin hevði Stjørnan betra málverjan í Johonnu Mikkelsen, sum tók nógv. Eisini í kontraspælinum, sum Kyndil dugdi so væl at brúka í fjør, fingu føroyameistararnir hesaferð av at vita. Og tað tyktist eisini løgið, at Kyndil, tá Stjørnan fór at mansverja Lotte Sørensen, helt fram við at leggja trýstið í álopinum í vinstru síðu, hóast hetta var veikara síðan hjá liðnum, tá ein av spælarunum var tikin úr spælinum.
Ráðaloysi valdaði einu løtuna, og hetta sást best við, at Lotte Sørensen onkuntíð sást sum strikuspælari! Hetta var ivaleyst fyri á onkran hátt at fáa lyklaspælaran hjá Kyndli meira við í spælið, men tað riggaði illa, og tá hetta var, mansvardi Stjørnan í staðin Jórun Ludvig ella Beintu Sørensen, og so var líka vítt sum sítt.
Tað kom eisini illa við hjá Kyndli, at Ann Hansen í seinna hálvleiki noyddist at gevast við skaða, men tað hevði neyvan gingið øðrvísi, um Ann, sum als ikki hevur verið so dominerandi á vøllinum, sum hon var í 1997/98, hevði spælt allan dystin.
Stjørnan vann seinna hálvleik 13-7 og dystin 21-13, og tær eru nú bert ein dyst frá finaluni. Hini liðini, sum eru eftir í kappingini, eru Neistin, StÍF og VÍF, so tað verða uttan iva tvær spennandi hálvfinalur, líkamikið hvussu lutakastið fellur út.
Hjá Kyndli komu hvørki menninir ella kvinnurnar millum fýra tey seinastu í steypakappingini, men liðini eru framvegis fremst í landskappingini ? enn eitt gott dømi um, hvussu jøvn liðini eru í ár.
Hálvfinalurnar í steypakappingini skulu sambært hondbóltsskipanini spælast ávikavist 13. og 27. januar, sum eru leygardagar. Finalurnar verða í høllini á Hálsi leygardagin 6. februar.
Annars fer endaspælið í landskappingini hjá kvinnunum í gongd í annaðkvøld við dysti í Vestmanna millum VÍF og StÍF. Fyrsti dystur hjá Stjørnuni verður leygardagin, tá tær skulu til Havnar at spæla móti Neistanum. Dagin eftir fer Kyndil eisini í gongd, tá tær á heimavølli taka ímóti GÍ/Tjaldrinum.
Stjørnan-Kyndil 21-13 (8-6)
Stjørnan: Simona Hansen 7 (2), Annika Ljósstein 5, Jastrid Gullaksen 4, Una Olsen 3, Anna Kristina Samson 1, Hansy Thomsen 1 (1).
Kyndil: Jórun Ludvig 3, Lotte Sørensen 3 (2), Brynhild Klein 2, Beinta Sørensen 2, Rakul N. Joensen 1, Frida S. Johannesen 1, Connie Poulsen 1.
Ávaringar: Stjørnan 3, Kyndil 2.
Útvísingar: Stjørnan 2, Kyndil 3.
Dómarar úr Neistanum/Kyndli: Hjalmar Petersen & Hans Thomassen