Stjórnarskipanin í Deadline

Nú klokkan 16 verður føroyska stjórnarskipanin evnið í sendingini Deadline á DR2. Høgni Hoydal (T) og Søren Espersen (DF) fara at kjakast um uppskotið. Klokkan 17 danska tíð verður kjaksendingin Deadline aftur á skránni á DR2. Fyri føroyingar er henda sendingin serliga áhugaverd, av tí at Høgni Hoydal, løgtings- og fólkatingsmaður, og Søren Espersen úr danska Fólkaflokkinum, fara at skifta orð um uppskotið til nýggja stjórnarskipanarlóg.

Søren Espersen hevur fyrr í dag sag við Danmarks Radio, at »Tað er í stríð við grundlógina. Eg haldi ikki, at føroyingar eru greiðir yvir, at hetta er ein de facto útliman av ríkisfelagsskapinum, um hon verður staðfest. Tey kunnu gott fáa sjálvsstýri, men so skulu tey also biða um tað, og so gera vit tað saman. Men hetta er ein løgin máti, har man ikki hevur gjørt sær tann ómak at spyrja forsætisráðharran, um hetta er í stríð við grundlógina ella ikki«.

Kaj Leo Johannesen hevur longu drigið í land og sagt, at »Hetta skal mann taka sera álvarsliga. Tað er ikki gott nokk, og tað skulu vit taka til eftirtektar. Har skal eingin ivi vera um, at vit eru í ríkisfelagsskapi við Danmark«.