Stjórnin fer at lækka samkomuloftið til fimm

Myndugleikarnir í Danmark hækka váðastøðið frá 4 til 5. Tað skrivar Ritzau. Stjórnin vil skerpa avmarkingarnar

 

Danska stjórnin ætlar at lækka hámarkið hjá fólki at savnast frá tíggju til fimm persóna eins og at hækka frástøðukravið fra einum metri til tveir í matvøruhandlum.

Tað skrivar Jyllands-Posten, TV2 og BT.

Ritzau skilir harumframt, at váðastøðið verður hækkað frá 4 til 5, sum er tað hægsta.

Frá klokkan 10:30 í morgun hava floksleiðarar verið á fundi hjá heilsumálaráðharranum Magnus Heunike og løgmálaráðharranum Nich Hækkerup um koronustøðuna.

Tá stjórnin áður hevur lagt upp til avmarkingar, merkir tað, um vit umseta tað frá politikara-snakki, at tað verður soleiðis, tað endar. Hinir flokkarnir verða bara kunnaðir.

Váðastøði 5 vísir, at Danmark hevur stóra samfelagssmittu, at heilsuverkið er undir trýsti, og at tað er vandi fyri, at farið er um marki hjá viðgerðarorkuni á sjúkrahúsum.

Váðametingin er partur av ávaringarskipanini hjá myndugleikunum. Hon skal hjálpa borgarum og virkjum betri í mun til at fyrireika seg upp á nýggj tiltøk.

Metingin av váðastøðinum verður gjørd eina ferð um vikuna. Og ver-ur mett á einum skala frá 1-5.

Tað er Statens Serum Institut, sum mælir til at hálvera savningarlofti fyri at fáa betri tamarhald á smittuni.

Tað sæst í uppriti, sum TV2 hevur.

– Tá stórir partar av samfelagnum eru stongdir, verður roknað við, at smitta í størri mun kann koma fyri í sambandi við samkomur innan og uttan fyri heimið, og at strangari savningarkrøv frá 10 til 5 persónar í almenna rúminum er eitt neyðugt tiltak fyri at fyribyrgja álvarsligari smittuspjaðing, stendur í uppritinum, sum sambært TV2 er sent floksleiðarunum undan fundinum.

Boðini koma, eftir at millum annað stuðulsflokkarnir hjá stjórnini hava brúkt morguin til at heita á stjórnina til at stramma tiltøkini enn meira.

Neyðansing í vøggustovum og barnagørðum, at minka savningarloftið, at seta innferðarbann úr øllum londum og at skerpa frástøðukravi. Hetta vóru nøkur av uppskotinum, sum SF, Eindarlistin og Tey Radikalu eru komin við undan fundinum.

Stuðulsflokkarnir hjá stjórini óttast bretska koronubrigdi, sum smittar sera illa. Tað verður nevnt B117. Eisini eitt suðurafrikanskt brigdi vekir ótta.

Í løtuni er samfelagið parvíst stongt við nógvum avmarkingum. Millum núverandi avmarkingar, sum hjá teimum flestu gonga til 17. januar, snýr tað seg til dømis um, at allir næmingar í fólkaskúlanum eru sendir heim og fáa fjarundirvísing.

harumframt eru stórhandlar stongdir eins og vinna sum hárskerar, kropsviðgerðar, tatovørar og koyriskúlar.

Bretska brigdið kann ikki brúkast sum grundgeving fyri at seta enn strangari avmarkingar. Tað heldur Søren Riis Paludan. Hann er professari í virologi og immunologi á Aarhus Universiteti.

– Løbið viðat innibyrja bretska virusið er koyrt. So vit kunnu sigar, at vit skulu viðgerða tað mutatiónina á sama hátt sum tann vanliga virusin, sigur hann.

/ritzau/