Oscar-handanin verður ikki fyrr enn um hálvantriðja mánað, men longu nú eru bæði vertir og fleiri av teimum, sum skulu handa virðislønirnar fingin upp á pláss. Millum annað skulu Jeff Bridges og Sanda Bullock, sum í fjør vunnu hvør sína Oscar fyri ávíkavist bestu mannligu og bestu kvinnuligu framførslu í filmunum Crazy Heart og The Blind Side. Eisini Oprah Winfrey skal lata onkra virðisløn, skrivar heimasíðan hjá Danmarks Radio í morgun.
Vertirnir til sjálva Oscar-veitsluna í Los Angeles tann 27. februar verða James Franco og Anne Hathaway. James Franco hevur millum annað spælt við í Spider-Man filmunum og Pineapple Express. Anna Hathaway hevur spælt við í filmum sum Brokeback Mountain og Alice in Wonderland.
Oscar-handanin í 2011 verður tann 83. í røðini.