Stjørnurnar fáa pening fyri at fara til nýggjársvetislu

Meðan vit onnur mangan nýta nógvan pening til at fara á diskotek og barrir annars, eru tað summi í heiminum, ið kunnu drekka sjampanju nýggjársaftan og skora kassan! Paris og Nicky Hilton hava í nøkur ár skora kassan upp á nýggjársaftan. Hóast prísurin er fallin eitt sindur í mun til farna árið, so fær Paris í ár umleið 2 milliónir krónur fyri at halda nýggjár í einari ávísari veitslu í Sydney.

Veruleikin er tann, at verða myndir tiknar av Paris í einum ávísum diskoteki, økist áhugin fyri diskotekinum umgangandi, og nógvur peningur kann verða at heinta hjá eigarunum teir eftirfylgjandi mánaðarnar.

 

Aðrar stjørnir, ið eisini skora kassan nýggjársaftan eru m.a.

 

 

DENISE RICHARDS:

Fyrrverandi konan hjá Charlie Sheen leggur navn til eina stóra nýggjársveitslu í Las Vegas og fær 350.000 krónur fyri tað.

 

LINDSAY LOHAN & SAMANTHA RONSON:

Tær báðar damurnar fara at halda nýggjársaftan í ?The Mansion? í Miami. Samantha skal leggja plátur á, meðan Lindsay bert skal vera til staðar. Tilsamans fáa tær umleið eina hálva millión.

 

SEAN ´P. DIDDY´ COMBS:

Tann áður nevndi Puff Daddy verður vertur til eina veitslu og fær einki minni enn 400.000 krónur fyri kvøldið.