Fólk, sum eiga bátar í Havn og á Argjum, eiga at hyggja eftir, um alt er, sum tað eigur at vera. Tað vísir seg nevniliga, at fólk aftur eru farin at stjala úr bátum.
Í kvøld hevur ein maður meldað ein stjolnan bensin-tanga úr stýrhúsinum á báti sínum á Argjum. Lásið til húsið er brotið upp, og bensintangin er loystur frá og stjolin.
- Tað hevur verið so nøkulunda friður í longri tíð, men nú er líkt til, at fólk aftur eru upp á spæl og eru farin at stjala úr bátum í Havn og á Argjum.
Tað sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í nátt. Hann vísir á, at tað eru bert einar tvær ella tríggjar vikur síða, at ein svensk snella varð stjolin úr báti, sum lá við Skálatrøð.
- Báturin hevði tríggjar svenskar snellur, og tann eina er stjolin. Hetta eru dýrar snellur og soleiðis eisini ein stórur missur hjá bátaeigara.
Vaktleiðarin vísir á, at nógvir bátar liggja við brúgvarnar út fyri Skálatrøð, eins og fleiri bátar eisini eru á Argjum.
- Her gongur tí nógv fólk, og umráðandi er - um onkur sær eitt hvørt misteinkiligt við havnaløgini - at boða løgregluni frá, sigur hann.