Eg læt mítt koyrikort inn í februar í 2020, tí tað var vorðið so slitið. Tó, tá eg fekk tað aftur, var útgongudagurin fluttur nøkur ár fram. Tá eg av fyrstan tíð tók koyrikortið til persónbil sum 18 ára gamal, kundi eg koyra, til eg fylti 70 ár.
Men, eftir at eg hevði latið koyrikortið inn, kundi eg einans koyra, til eg bleiv 68 ár. Hetta tí, at eftir broyttu lógini heldur koyrikortið til persónbil nú í 15 ár - og koyrikortið til lastbil í fimm ár. Eg eri fult forstáiligur við, at nýggj lóg er komin í gildi, men eftir mínum tykki eru nøkur ting farin skeivt fram.
Koyrikortið til lastbil og trailara, sum eg eisini havi, vóru eisini galdandi út í eitt, til eg fylti 70, men við nýggja koyrikortinum - ella plastikkinum - eg havi fingið, er koyrikortið til lastbil og trailara nú bert galdandi í fimm ár, og tá skal plastikkið skiftast útaftur.
Tað er freistandi at spyrja, um Akstovan skal gerast ein pengamaskina, tí tað kostar hvørjum einstøkum hvørja ferð, eitt koyrikort skal latast inn til nýtt plastikk!
1. Eg læt mítt koyrikort inn, tí tað var slitið - og ikki tí, at tað var útgingið ella skuldi endurnýggjast.
2. Eg havi tikið mítt koyrikort, áðrenn nýggja lógarkravið kom í gildi. Hvussu kann eg tá koma undir hesa lóg, tá sagt varð, at hon ikki gjørdist afturvirkandi?
3. Eg hevði av fyrstan tíð rættin til at koyra, til eg bleiv 70 ár - men knappliga havi eg ikki tað meira. Er tað rætt?
4. Nær eru vit vorðin upplýst um hetta? Eru øll, sum tóku koyrikort fyri nýggju broytingina, innkallað til at koma at endurnýggja koyrikortið, og eru fólk javnsett í hesum sambandi?
5. Sum eg dugi at lesa lógina, er broytingin galdandi fyri tey, sum hava tikið koyrikortið, eftir at lógin kom í gildi. Men, eg havi hvørki tikið koyrikortið, eftir at nýggja lógin kom, ei heldur havi eg gjørt nakað, sum ger, at eg skal upp aftur í koyring. Eg havi framvegis tað sama koyrikortið, men plastikkið, sum eg vísi politistunum, er endurnýggjað.
6. Ongastaðni í lógini - so vítt eg dugi at síggja - stendur nakað um, hvat hendir við teimum, sum tóku koyrikortið, áðrenn lógin kom í gildi. Er tað so rætt, at okkara koyrikort verða broytt - uttan so, at talan er um endurnýggjan?
Á heysti í 2019 varð eg steðgaður í samband við eina grein 13 kanning. Eg vísti politistinum koyrikortið, og vit kundu tá báðir staðfesta, at bæði myndin og skriftin á forsíðuni var so slitin, at hon hvørki kundi brúkast - ella var lóglig. Politisturin lovar mær at halda á fram við tað, at eg fari at fáa mær eitt nýtt koyrikort - eitt nýtt plastik.
Eg fari so niðan á Akstovuna, og tey skulu geva mær eitt nýtt. Men, tá eg fái koyrikortið aftur, standi eg sum kánus. Áður kundi eg koyra bil til ár 2037, men nú eru tvey ár skorin burtur av, soleiðis at nýggja árstalið á plastikkinum er broytt til 2035. Eg spyrji meg fyri, men fái einki svar frá teimum á Akstovuni.
Tá eg læt koyrikortið inn, fortaldu tey mær ikki, at hetta kom at standa á nýggja kortinum, og tey vistu heldur ikki nakað at svara mær, tá eg setti spurning við hetta. Vita tey á Akstovuni heldur ikki, hvussu nýggja lóggávan skal skiljast? Har stendur ongastaði, at vit, sum tóku koyrikort, áðrenn lóggávan varð broytt, eisini skulu ganga undir hetta.
Í nýggju lógini stendur, at øll, sum tóku koyrikortið eftir hetta ávísa ár, tá lógin verður broytt, hava koyrikortið til persónbil í 15 ár - og til lastbil í fimm ár. Tað er skiljandi við einari lógarbroyting, at fólk, sum endurnýggja sær koyrikortið, eftir at lógin kemur í gildi, koma undir nýggju lóggávuna. Men, eg havi ikki endurnýggjað mær koyrikortið. Eg skuldi einans hava eitt akkurát líka koyrikort, sum eg hevði áður - eg skuldi jú bara hava eitt nýtt plastikk!
Eg havi eisini hug at spyrja, hví hetta, sum mær var fyri, ikki er galdandi fyri øll. Eitt er tað, at tey, sum taka koyrikort nú, koma undir hesa lóggávu. Tað er skiljandi, men hvussu kann eg, sum tók koyrikortið langt fyri hesa tíð, komu undir hesar reglur? Hví skal eg, sum bara noyddist at skifta plastikkið út, tí tekstur og mynd vóru slitin, koma undir hesa reglu, tá onnur ikki koma. Hvussu ber tað til, at fólk ikki verða innkallað, so øll eru líka fyri lógini - ella, at eg varðveiti tey rættindi, eg hevði?
Seinni havi eg fingið at vita, at grundin til nýggju lóggávuna er, at falsan kundi gerast við koyrikortunum. Eg havi verið í samráð við ein sakførara, og metir hann eisini eins og eg sjálvur, at lógin er sera ógreið. Í lógini stendur ongastaðni, at øll, sum koma og lata koyrikortini inn, koma undir nýggju lógina. Har stendur bara, at eftir lóggávuni koma koyrikortini at halda í 15 ár til persónbil og 5 ár til lastbil. Tað tykist, sum her er ein mistulking - ella misskiljing - millum lóg og útinnandi verk.
Tað, sum eg fegin vil hava greiði á, er hvussu hendan lógin skal skiljast. Er hon galdandi fyri okkum øll ella bara fyri tey koyrikort, sum komu, eftir at lógin kom í gildið. Og er sama galdandi, tá tú skalt endurnýggja koyrikortið - ella bara av eini ella aðrari orsøk hava eitt nýtt koyrikort, eitt nú, tí tú missir koyrikortið burtur, skiftir navn, ella hvat tað nú kann verða?
##med2##
Er koyrikortið slitið, tú missir tað burtur, ella at navnaskifti er farið fram, er hetta eftir mínum tykki ikki talan um eina “endurnýggjan”, men um eina lítla broyting á sjálvum kortinum. Eg kann viðmerkja, at fyrst í 2001 blivu allir bilførarar í Føroyum bidnir um at koma inn at broyta koyrikortini. Hetta var í samband við nýggja føroyska ES-sniðið. Her vórðu øll biðin um at koma inn at broyta kortini, so tey ikki kundu falsast. Men, hví verða øll ikki tað nú í samband við júst sama evnið, nevniliga falsan?
Orsøkin til, at árstalið 2018 stendur skrivað í greinini, er av tí simplu grund, at torført er at finna fram til, nær lóggávan bleiv broytt. Á KvF er ein grein at finna, sum upplýsir, at koyrikortini í september í 2018 enn vóru galdandi, til fólk gjørdust 70 ár. Hetta sigur samstundis tað, at í 2018 var einki broytt, og hevði eg tá havt mítt koyrikort í nógv ár.
Vónandi vaknar Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sum hevur ábyrgdina av Akstovuni og kann siga okkum øllum, hvussu hetta hongur saman. Vit mugu ikki gloyma, at landsstýrið hevur medábyrgd í hesum, sum eftir mínum tykki líkist einum tjóvaríi av rættindum.
Vinarliga
Sámal Hentze