Stjóraskifti á Shell

Hákun Djurhuus verður nýggjur stjóri á Shell týsdagin



Mánadagin er síðsti arbeiðsdagur hjá Hjarnar Djurhuus sum stjóri á Føroya Shell. Eftir 29 ára tænastu letur hann nú tí 36 ára gamla Hákuni Djurhuus stjórasessin.

Nýggi stjórin hevur útbúgving sum sivilverkfrøðingur og HD.

Hjarnar Djurhuus fer nú at arbeiða sum umboðsmaður fyri Shell/BP-samtakið