Stjóraskifti í Hoyvíkar skúla

Meðan stjórin er í farloyvi røkir varaskúlastjórin stjórastarvið

Skúlastjórin í Hoyvíkar skúla, Hans Jón Thomsen, fer í farloyvi 1. januar og restina av árinum.

Jens á Skipagøtu, varastjóri, verður settur sum skúlastjóri í hesum tíðarskeiðnum.

Hans Jón Thomsen er settur sum stjóri í Hondbóltssambandi Føroya, men hann hevur ikki sagt seg úr starvinum sum stjóri í Hoyvíkar skúla, men verður í farloyvi alt komandi ár.

Tey fara nú undir tilgongdina at seta nýggjan varaskúlastjóra í Hoyvíkar skúla.