Hægsti bureaukraturin í FIFA, Jerome Valcke, er í dag sagdur úr starvi, boðar fótbóltssamgongan frá.
55 ára gamli franskmaðurin varð burturvístur úr starvi sínum í heyst, tá hann varð ákærdur av etisku nevndini í FIFA fyri at hava selt atgongumerki ólógliga.
Í farnu viku boðaði etiska nevndin frá, at hon fór at mæla til, at Jerome Valcke bleiv bannaður frá øllum, ið hevur við fótbólt at gera í níggju ár. Jerome Valcke er ákærdur fyri at hava selt atgongumerkit til HM í Brasilia í 2014 fyri okursprís. Hóast hatta ikki er ólógligt í sjálvum sær í mongum londum, setir tað felagsskapin í eitt ringt ljós, tá ein leiðandi persónur í FIFA ger slíkt.
Amerikanski statsákærin vil eisini vera við, at Jerome Valcke spælir ein týðandi leiklut í umstøðunum, sum hava ført til, at fleiri leiðarar í FIFA eru ákærdir fyri mutur. Millum annað vil ákærin vera við, at tað var Jerome Valcke, sum í 2008 flutti góðar 60 milliónir krónur til táverandi leiðaran í norðuramerikansku, miðamerikansku og karibisku fótbóltssamgonguni, Jack Warner.
Jerome Valcke hevur verið aðalskrivari í FIFA og høgra hond hjá Sepp Blatter síðani 2007.