Støðan hjá sjálvstýrandi londum órógvar

Norðurlandaráðið má endurskoðað leiklutin hjá Føroyum, Grønlandi og Álandi

Norðurlandaráðið er samstarv millum fimm sjálvstøðugar státir og trý sjálvstýrandi lond.

 

Seinnu árini hava serliga Føroyar og Grønland borið fram ynski um at fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum, men hetta ynskið er ikki gingið á møti enn.

 

Føroyar hava eina formliga umsókn um sjálvstøðugan limaskap liggjandi í Norðurlandaráðnum, men umsóknin er ikki endaliga avgreidd enn. Grønland hevur sagt, at tey ynskja sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum, men tey hava ikki sent formliga umsókn um tað enn. Áland ynskir ikki fullan limaskap her og nú, men vil hava møguleikan til tað og sigur seg stuðla Føroyum og Grønlandi í teirra ynskjum.

 

Nú Helsingfors-sáttmálin skal endurskoðast, verður málið um tey trý sjálvstýrandi londini ein partur av dagføringini. Arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt fyrireikandi arbeiði, mælir til, at leikluturin hjá Føroyum, Grønlandi og Álandi í norðurlendska samstarvinum verður styrktur. Tvær orðingar eru í tilmælinum um, hvussu tað kann gerast. Onnur snýr seg um, at sjálvstýrandi økini skulu vera javnbjóðis partar í samstarvinum, og hin er um at styrkja leiklutin hjá sjálvstýrandi økjunum.

 

– Málið um fullgyldugan limaskap til tey trý sjálvstýrandi økini hevur fylt nógv hjá arbeiðsbólkinum, sum hevur viðgjørt dagføringina av Helsingfors-sáttmálanum, og vit mugu viðurkenna at støðan hjá Føroyum, Grønlandi og Álandi er ymisk. Viðurskiftini í danska ríkinum eru nógv broytt seinastu 10-15 árini, og nú viðurkennir danska stjórnini, at tað eru trý lond og tríggjar tjóðir í ríkisfelagsskapinum. Hartil er Finnland ikki komið í teirra umrøðu av samstarvinum við Áland, sigur Kristina Háfoss, stjóri í Norðurlandaráðnum, við Sosialin.

 

Grønlendski landsstýrisformaðurin Mude Borup Egede hevur í fleiri førum verið sera avgjørdur um, at fær Grønland ikki fullan limaskap í Norðurlandaráðnum, er eingin orsøk hjá Grønlandi at vera við yvirhøvur. So avgjørdur hevur Aksel V. Johannesen, løgmaður, ikki verið, men hann hevur tosað greitt fyri fullgyldugum limaskapi.

 

##med2##

 

Tá ið Svøríki í summar beyð norðurlendsku stjórnarleiðarunum til árliga summarfundin, vóru leiðararnir í Føroyum, Grønlandi og Álandi ikki bodnir við. Nógv undanfarin ár hevur tað verið vanligt, at tey vóru boðin við – til dømis tá ið Ísland stóð fyri fundinum í fjør. Vantandi innbjóðingin úr Svøríki skapti misnøgd bæði í Føroyum og Grønlandi. Mude B. Egede boðaði frá, at hann ætlaði sær ikki at luttaka á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum í Reykjavík í oktober.

 

– Hvørki Norðurlandaráðið ella Norðurlendska Ráðharraráðið hava nakað við summarfundin hjá stjórnarleiðarunum at gera, men tað er harmiligt, at Føroyar, Grønland og Áland ikki vóru boðin við. Tað er sera spell, at grønlendski landsstýrisformaðurin ikki vil luttaka á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum, men vónandi kann tað skunda undir onkrar loysnir, sigur Kristina Háfoss.

 

– Grønland er týðandi partur av norðurlendska samstarvinum, og tað hevði verið ótrúliga harmiligt, um tey skuldu valt at tikið seg burturúr. Vit kunnu bara vóna, at tað ber til at koma víðari frá hesum, og at stjórnirnar í sambandi við dagføringina av Helsingfors-sáttmálanum taka hesi viðurskifti í fullum álvara, sigur Kristina Háfoss við Sosialin.

 

 

 

Kristina Háfoss er stjóri í Norðurlandaráðnum