VB hevði allar møguleikar fyri at fáa í minsta lagi fýra stig burtur úr vikuskiftinum, men tað blivu bert til tvey, tá fyrst B68 og síðani GÍ vitjaðu í Vági.
Leygardagin var tað B68, sum bjóðaði VB av vesturi á Eiðinum. Og tað skuldi skjótt vísa seg, at vágbingar als ikki høvdu eydnuna við sær henda dagin.
VB hevði meginpartin av spælinum í dystinum og spældi seg til eina rúgvu av málmøguleikum, men Magnus Poulsen í B68-málinum tók nógv, og træverkið bjargaði eisini toftamonnum, tá Magnus ikki kláraði tað.
B68 stillaði upp við tveimum áleyparum ? Aksel Højgaard og øðrum av russisku spælarunum, sum eru komnir at hjálpa toftamonnum í ár ? men lá annars defensivt frá byrjan.
Tað kom heldur ikki væl við, at Jákup Eli Olsen noyddist út við skaða, tá bert tíggju minuttir vóru farnir av dystinum.
Fyrri hálvleikur endaði uttan mál, men seinni hálvleikur var ikki gamal, tá VB endiliga fekk løn fyri stríðið. Nýggi jugoslaviski spælarin hjá vágbingum, Milan Kulic, sendi eitt fríspark úr vinstru síðu innfyri málið, har Mikael í Lágabø setti høvdið undir og fult uppiborið legði heimaliðið á odda 1-0.
Málmanskiks
Toftamenn høvdu framvegis trupulleikar og spældu seg ikki til nakran veruligan málmøguleika. Í staðin var tað VB-málverjin Bjarni Johansen, sum ikki hevði havt tað stóra at gera í dystinum, ið var óheppin.
Ein bóltur, sum bert skuldi sparkast burtur, varð kiksaður og endaði beint hjá Øssuri Hansen, sum púra blankur takkaði fyri og javnaði til 1-1. Tá vóru eini sjey minuttir eftir av dystinum, og hóast vágbingar royndi at taka leiðsluna aftur, hendi ikki stórt meira í dystinum, sum sostatt endaði við javnleiki. Eitt úrslit, sum toftamenn kundu vera væl foreintir við, so sum dysturin myndaði seg.
VB-B68 1-1 (0-0)
1-0: Mikael í Lágabø
1-1: Øssur Hansen