Dekksentrið á Hálsi í Havn hevur seinastu fimm árini hava sera góð úrslit.
Avlopið áðrenn skatt hevur hesi fimm árini frá 2010 til 2014 ligið ímillum 1,5 og 2,6 milljónir krónur, har besta árið nakrantíð var í fjør.
Eftir skatt lá 2,1 milljón krónur eftir á botnlinjuni, og hetta er eitt merkisvert gott úrslit, tá hugsað verður um, at Dekksentrið bert hevur seks starvsfólk.
Tað eru Gunnar Justinussen og stjórin á Dekksentrinum Rúni J. Lindberg, sum eiga hvør sín helming av Dekksentrinum. Rúni keypti seg inn í felagið, tá hann tók við sum stjóri í Dekksentrinum við árslok 2009.
Gunnar Justinussen eigur umframt helmingin av Dekksentrinum eisini bilasøluna Wenzel, og er somuleiðis høvuðseigari á Bilasøluni, sum var keypt í vár.
Dekksentrið er væl fyri fíggjarliga, skuldin er avmarkað, og hetta gevur eisini møguleikar fyri, at felagið kann gjalda út vinningsbýti á hvørjum ári.
Samlaða avlopið seks árini frá 2009 til 2014 hevur verið 8,8 milljónir krónur. Í hesum sama tíðarskeiði hevur felagið útgoldið 10,3 milljónir krónur í vinningsbýti. Hóast hetta, so er felagið fíggjarliga sterkt, og hevur ein soliditet uppá 32 prosent.
Í talvuni niðanfyri síggjast høvuðstølini hjá Dekksentrinum P/f seinastu tvey árini. Bruttovinningurin hækkaði við 9 prosentum, og 2014 gjørdist besta ár felagsins nakrantíð.
| 2014 | 2013 | broyting |
Bruttovinningur 5.249 | 4.818 | 4.818 | 9% |
Starvsfólkakostnaður | 2.229 | 2.047 | 9% |
EBITDA3.020 | 2.771 | 2.771 | 9% |
Avskrivingar | 333 | 319 | 5% |
Fíggjarpostar netto | -73 | 4 | -1925% |
Úrslit áðrenn skatt | 2.614 | 2.456 | 6% |
Skattur | 470 | 422 | 11% |
Ársúrslit | 2.144 | 2.034 | 5% |
|
|
|
|
Støðisogn | 1.002 | 1.225 | -20% |
Ogn í umferð | 6.581 | 6.148 | 7% |
Ogn tilsamans | 7.584 | 7.403 | 2% |
|
|
|
|
Eginpeningur | 2.427 | 2.383 | -20% |
Skuld | 5.157 | 5.020 | 3% |
Skyldur tilsamans | 7.584 | 7.403 | 2% |
|
|
|
|
Rentuberandi skuld | 792 | 1.137 | -30% |
Rentuberandi skuld/EBOTDA | 0,3 | 0 | 36% |
Starvsfólk | 6 | 6 |
|
________________________________________________
Úr Vinnuni í Sosialinum 24. september, greining, Eyðfinn Reyðberg