Størri lønarútgjald í ár

Higartil í ár eru útgoldnar 6,871 milliardir krónur í lønum, sum eru 335 milliónir fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.

Hagstovan boðar í dag frá, at fimm prosent meira er útgoldið í lønum í mun til sama tíðarskeið í fjør.

 

Í november vóru árstíðarjavnaðu lønirnar 645 milliónir krónur - sum er 15 milliónir minni enn í oktober. Afturgongdin er sostatt 2,4%. Sambært Hagstovuni, kemst tað allarhelst av, at veiðan eftir uppisjóvarfiski er seinni í ár í mun til í fjør, sum millum annað sæst aftur í, at lønirnar í august vóru lágar. Hetta rættaði seg tó aftur í september og serliga í oktober.

 

Besti mánaði higartil í ár var í oktober, so afturgongdin í november er at meta sum, at nú eru lønirnar aftur á vanligum støði. 

 

Higartil í ár eru útgoldnar 6,871 milliardir krónur í lønum, sum eru 335 milliónir fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Framgongdin í mun til í fjør er sostatt 5,1 prosent. Størstu framgongdina innan lønarútgjald eigur byggivinnan, sum liggur á 12 prosentum hægri enn farna ár.