Størri sjálvræði til føroyingar

Støðan hjá politisku flokkunum, tá tað snýr seg um sjálvstýri-samband, kann bólkast í tríggjar høvuðsleiðir: Varðveitan av verandi skipan - Størri sjálvræði innan ríkisfelagsskapin og tjóðveldi. Javnaðarflokkurin heldur, at vit nú eiga at finna eina felags støðu til hesar spurningar, í hvussu so er eina støðu, sum ein stórur meiriluti á løgtingi kann verða samdur um . Tí hevur flokkurin sett fram uppskot um setan av stjórnmálanevnd, sum skal kanna og viðgera spurningin um broyting í ríkisrættarligu viðurskiftum Føroya.



Marita Petersen, løgtingskvinna fyri javnaðarflokkin, legði seinnapartin hósdagin fram uppskot til løgtingslóg um setan av stjórnmálanevnd.

Talan er um at seta eina stjórnmálanevnd at kanna og viðgera spurningin um broyting í ríkisrættarligu viðurskiftum Føroya.

Nevndin skal hava 13 limir. Harav skal løgtingið velja teir 8. Teir skulu vera løgtingsmenn og fyrrverandi løgtingsmenn. Millum hesar velur løgtingið formann og næstformann.

Síðani tilnevnir løgmaður tveir landsstýrismenn sum nevndarlimir. Løgmaður kann gera av sjálvur at hava sæti í nevndini í staðin fyri ein landsstýrismann.

Nevndarlimirnir, sum eru umrøddi oman fyri, velja sær aftrat 3 nevndarlimir, sum skulu hava hægri útbúgving í samfelagsvísindum og ikki hava sæti á tingi.


Hetta skal nevndin gera

Sambart uppskotinum skal stjórnmálanevndini kanna og lýsa verandi ríkisrættarstøðu Føroya, kanna og lýsa, hvørjir karmarnir eru fyri broyting, og hvør formliga broytingarmannagongdin eigur at vera og at enda gera uppskot um nýggja skipan við størri sjálvræði.

Sambart uppskotinum hevur nevndin heimild at viðgera allar stjórnmálaspurningar, sum nevndin heldur hava týdning.

Nevndin skal seta skrivara, sum skal hava hægri samfelagsvísindaliga útbúgving.

Uppskotsstillarin sigur víðari í uppskotinum, at nevndin fær heimild at nýta pening til útreiðslur nevndarinnar, tó í mesta lagi 1,8 mio. kr.

Nevndin skal vera liðug við arbeiði sítt við áliti og uppskoti í seinasta lagi 1. januar 1999.


Ikki frammi áður

Í viðmerkingunum til uppskotið sigur uppskotsstillarin, Marita Petersen, at uppskot at seta stjórnmálanevnd við løgtingslóg at koma við áliti um stýrisskipanarviðurskifti Føroya hava ikki fyrr verið sett fram á tingi, tá ið burtursæð verður frá løgtingsmáli nr. 42/1996. Uppskotini, sum hava verið sett fram higartil, hava verið uppskot til samtyktar um samráðingarheimild til løgtingsnevnd ella landsstýrið at tingast við donsku stjórnina um hesi viðurskifti ella ítøkilig broytingaruppskot til heimastýrislógina. Tó sett Jógvan Sundstein, løgtingsmaður í 80-unum, fram uppskot til samtyktar um at seta tingmannanevnd at endurskoða heimastýrislógina, men hetta uppskot fall á tingi.

Víðari í viðmerkingunum stendur m.a.: -Tá landsstýrissamgongan millum fólkaflokkin og javnaðarflokkin varð skipað í januar 91, var ein partur av politisku avtaluni millum hesar flokkar at fremja broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftum Føroya soleiðis, at sjálvræðið varð munandi víðkað. Tað varð tó beinanvegin greitt, at løgtingslógirnar um stýrisskipan Føroya í sermálum og um umboðsvald Føroya ikki fóru at vera nóg góðir karmar um fyrisiting av einum munandi øktum sjálvstýri. Sostatt fór landsstýrið fyrst undir at gera uppskot til nýggja stýrisskipanarlóg og sett nevnd at gera tílíkt uppskot. Hetta arbeiðið helt fram, eftir at landsstýrið í apríl 93 varð umskipað soleiðis, at tjóðveldisflokkurin og sjálvstýrisflokkurin komu uppí í staðin fyri fólkaflokkin.

Víðari stendur í viðmerkingunum, at stýrisskipanarlógin kom í gildi á ólavsøku 95 og í síni heild á ólavsøku 96. Tá var so hesin parturin av arbeiðinum, sum samgongan setti sær fyri, lokin. Nýval var til løgtingið í juli 94, og eitt annað landsstýri tók við. Meira bleiv tí ikki gjørt við ætlanina um broyting í ríkisrættarligu støðuni.

Løgtingið setti um mánaðarskiftið nov/des 97 nevnd sambært grein 25 í tingskipanini at gera uppskot til setan av stjórnmálanevnd. Úrslitið varð lógaruppskot um tílíka nevnd. Uppskotið vann ikki frama á tingi.

Í viðmerkingunum vísir Marita Petersen vegna javnaðarflokkin á støðuna hjá politisku flokkunum, sum kann bólkar í tríggjar høvuðsleiðir, tá tað snýr seg um spurningin sjálvstýrisamband:

Varðveitan av verandi skipan - Størri sjálvræði innan ríkisfelagsskapin og Tjóðveldi.

Javnaðarflokkurin heldur, at vit nú eiga at finna eina felags støðu til hesar spurningar, í hvussu er eina støðu, sum ein stórur meiriluti á løgtingi kann verða samdur um.

Tí leggur javnaðarflokkurin nú fram uppskot um stjórnmálanevnd fyri at fáa til vega tað best møguliga grundarlagið at taka støðu á.

Víst verður á, at uppskotið víkir frá uppskotinum í løgtingsmálinum frá 96 á tann hátt, at tað ikki er álagt nevndini at gera fleiri uppskot, men einans at gera uppskot til nýggja skipan við størri sjálvræði. Harafturat er í hesum uppskoti ikki beinleiðis álagt nevndini at endurskoða stýrisskipanarlógina og løgtingsvallógina. Hetta kann nevndin gera, um hon heldur tað vera neyðugt í sambandi við arbeiðssetningin.

Broytingar í ríkisrættarligu skipanini kunnu ikki einvíst fremjast av føroyska lóggávu- og umsitingarvaldinum. Men áðrenn nakrar samráðingar kunnu fara fram við donsku stjórnina, eigur Føroya løgting at hava eina breiða og greiða støðu til, hvørja leið vit vilja halda stendur ma. í viðmerkingunum til uppskotið.