Størri útróðrarbátar gera helst onkran túr

Streymurin verður harður fyrst í næstu viku, men batnar, sum vikan gongur. Veðrið verður umskiftandi.

 

Soleiðis sær ein góður útróðrardagur hjá einum glastrevjabáti út. Hesin hevur lagt fiskin upp á Eiði.

Eitt størri og eitt minni ísfiskalínuskip eru til fiskiskap í løtuni. Skipini fáa mest av hýsu og toski og koma helst inn at landa fyrst í næstu viku.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Umframt ísfiskalínuskipini, eru níggju frystulínuskip eisini til fiskiskap. Øll uttan eitt eru í føroyskum sjógvi - og so er eitt í íslendskum sjógvi.

 

- Frystilínuskipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu - og eitt sløð av øðrum fiskasløgum. 

 

Streymurin verður harður fyrst í næstu viku, men batnar seinni í vikuni. Veðrið verður umskiftandi. Tí verður ikki roknað við nógvum útróðri í vikuni, sum stundar til.

 

- Teir størru útróðrarbátar gera helst onkran túr. Útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski, verður lagt aftrat.

 

Soleiðis sær ein góður útróðrardagur hjá einum glastrevjabáti út. Hesin hevur lagt fiskin upp á Eiði.