Størsti sigur hjá 07 Vestur í 17 mánaðir

Tað vóru fimm ymiskir málskjúttar í trivaliga 07 Vestur heimasigrinum ímóti ÍF

Í fjør endaði 07 Vestur á fimta plássi við 40 sitgum. Tað var met hjá vágaliðnum – bæði í stigum og í endastøðu.

 

Í dag vann 07 Vestur 5-1 á Dungasandi ímóti ÍF. Hetta er størsti sigurin hjá 07 Vestur í meiri enn 17 mánaðir. Sunnudagin 14. mai í fjør vann 07 Vestur 5-0 á útivølli ímóti EB/Streymi, sum tá átti heimavøll í Hólmanum á Eiði.

 

Í dag var hálvleiksstøðan 2-1, og í seinna hálvleiki var talan um heilt greiða yvirvág ímóti ÍF, sum var illa rakt av leikbannum og skaðum. Sigurin í dag ber við sær, at 07 Vestur undan síðsta umfari hevur 30 stig. 07 Vestur er á sætta plássi við 30 stigum. 07 Vestur er á sætta plássi, og tað eru átta stig fram til B36, sum er á fimta plássi. Tað eru fimm stig aftur til EB/Streym, sum í kvøld spælir á útivølli ímóti B68.

 

Longu tá ið fimm minuttir vóru farnir, var støðan 1-1. Filip Brattbakk legði heimaliðið á odda í triiðja minutti. Uppleggið átti Jón í Horni Nielsen, og hetta var sjeyndu ferð í ár, at Filip Brattbakk var málskjútti.

 

Tveir minuttir seinni javnaði ÍF til 1-1. Málskjútti var Silas Gaard, sum ÍF í summar leigaði úr KÍ. Hetta var fyrsta málið, sum 20 ára gamli Silas Gaard hevur skorað fyri ÍF.

 

Vongverjin í høgru Kevin Egell-Johnsen legði 07 Vestur á odda 2-1 miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Tað var sera eyðsýndi Mikkel Elbæk Jakobsen, sum átti uppleggið. Hetta var aðru ferð í ár, at Kevin Egell-Johnsen var málskjútti hjá 07 Vestur.

 

Tá ið ein tími var farin, var støðan 4-1. Julian Mouritsen økti seks minuttir eftir steðgin um munin til 3-1, og aftur var tað Jón í Horni Nielsen, sum átti uppleggið. Hetta var fyrsta málið hjá Juliani Mouritsen í ár, og hetta var aðru ferð, hann var málskjútti í bestu deildini. Fyrsta málið skoraði hann 7. august í fjør, tá ið tað á heimavølli endaði 2-2 ímóti B36.

 

4-1 málið skoraði Mikkel Elbæk Jakobsen í 59. minutti. Hetta var fyrsta málið hjá Mikkel Elbæk Jakobsen, síðani hann fyrst í august fór at spæla við 07 Vestur. Uppleggið átti miðverjin Amer Odragic.

 

Klokkan var farin tveir minuttir út um vanligu leiktíðina, tá ið 5-1 sigurin varð staðfestur. Albert Theis Nielsen, sum ellivu minuttir undan leikloki varð skiftur inn, var málskjútti, og Julian Mouritsen átti uppleggið. Hetta var fyrsta málið hjá Albert Theis Nielsen í bestu deildini í ár.

 

 

 

07 Vestur – ÍF 5-1 (2-1)

 

1-0: Filip Brattbakk

 

1-1: Silas Gaard

 

2-1: Kevin Egell-Johnsen

 

3-1: Julian Mouritsen

 

4-1: Mikkel Elbæk Jakobsen

 

5-1: Albert Theis Nielsen

 

Dómari: Leivur Zachariassen

 

07 Vestur: Sebastian Linnet John – Kevin Egell-Johnsen, Dann Fróðason, Amer Ordagic, Jóannis á Steig – Filip Brattbakk, Mikkel Elbæk Jakobsen, Janus Svabo Samuelsen, Jón í Horni Nielsen – Oddur í Haraldstovu Petersen

 

ÍF: Jákup Nolsøe Olsen –  Petur Meinhard Lundsbjerg, Bogi Reinert-Petersen, Peter Spangsgaard Ullum, Tonni J. Thomsen – Jóhann J. Højbro, Gundur E. Petersen – Silas Gaard, Jákup í Lambanum, Jákup Andrias Thomsen – Uros Stojanov