Stoltenberg vil hava longda vápnahvíld í Miðeystri

- Russland er vorðið veikari, bæði politiskt, búskaparliga og hernaðarliga, sigur ST-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg.

Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, hevur í dag hitt tíðindafólk fyri toppfundin millum uttanríkisráðharrar í Nato.

 

- Vit standa yvirfyri vandamiklastu heimsstøðuni í mong ár - við kríggi í Ukraina og trupulleikum í Miðeystri.

 

Jens Stoltenberg sigur seg fegnast um leyslating av gíslum og neyðsynjarhjálp til fólkið í Gaza.

 

ST-aðalskrivarin heitir eisini á stríðandi partarnar um at bera so í bandi, at vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas verður longd.

 

- Hetta vil tryggja fólkinum í Gaza tiltrongda neyðhjálp, og hetta vil eisini tryggja, at fleiri gíslar verða leyslatnir.

 

Vápnahvíldaravtalan millum Ísrael og Hamas varar fyribils í fýra dagar, og verandi avtala gongur nú móti endanum.

 

Jens Stoltenberg vísti eisini á kríggið millum Russland og Ukraina og segði, at tað var Russland, sum kom við hesum kríggi í Evropa.

 

- Russland vil við hesum eisini gera seg inn á demokratiið í Evropa, legði hann aftrat.

 

Sambært ST-aðalskrivaranum hevur Ukraina nú tikið aftur umleið helmingin økjunum, sum Russland hevur havt hersett í Ukraina.

 

- Hetta er ein stórur sigur fyri Ukraina, og Russland er vorðið veikari, bæði politiskt, búskaparliga og hernaðarliga, legði Jens Stoltenberg aftrat.