- Tað sum bara ikki skuldi henda, hendi í Klaksvík í kvøld, skrivaði heimasíðan hjá H71 fyrr í vikuni.
Hoyvíkingar taptu, sum fyrsta liðið nakrantíð, fyri Team Klaksvík í bestu hondbóltsdeildini. Tað var eyðmýkjandi.
Særdi stoltleikin legði hinvegin lunnar undir stórsigurin á KÍF í gjár. Tað heldur Dánjal Torgarð, sum skeyt seks mál.
- Vit vildu vísa hesaferð, hvat vit veruliga duga. Fremst av øllum var hugburðurin einanstandandi. Allir góvu alt, teir áttu, og tá plaga at ganga okkum væl. Dysturin móti Team Klaksvík er gloymdur, og vit prógvaðu, at vit eru komnir víðari, sigur Dánjal Torgarð.
Skifti fólk
KÍF skal spæla steypafinalu næsta vikuskiftið. Jan Ottesen, venjari, framdi fleiri broytingar í dystinum, og fleiri av stuðulsleikarunum sótu stundum uttanfyri. Serliga eftir steðgin ørkymlaði tað spælið móti hoyvíkingunum, sum vóru sannførandi.
Dánjal Torgarð legði hinvegin ikki til merkis, at Jan Ottesen broytti liðið ofta. Hann vísir á, at spæliskipanin hjá kollfirðingum leggur altíð upp til nógvar broytingar gjøgnum dystin.
- Teir noyðast at skifta nógv út við teirra spæliskipan. Eingin orkar at dekka offensivt og spæla álopsspæl í samfullar 60 minuttir og samstundis vera effektivur, sigur Dánjal Torgarð.
Eitt mál skilti liðini í hálvleikinum. H71 legði bradliga fyri eftir steðgin og vann sær greiða leiðslu. Munurin øktist so líðandi.
Endaliga úrslitið var 32-22.
Skulu verða betri
H71 spælir ongan leiklut í stríðnum um finalupláss. Hoyvíkingar eru seks stig aftan fyri KÍF, sum er nummar tvey.
Dánjal Torgarð ger greitt, at málið hjá H71 er fremst av øllum at gerast betri fyri hvønn dyst.
- Vit kunnu ikki hugsa um finalupláss. Vit noyðast taka ein dyst í senn, og síðani síggja, hvar tað tekur okkum, vísir Dánjal Torgarð á.
H71 vitjar í Vestmanna næsta vikuskiftið.