Atli Gregersen verður í kvøld liðskipari á føroyska landsliðnum, sum skal spæla móti Ungarn. Lars Olsen hevur valt gøtumannin sum liðskipara á A-landsliðnum.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Atla Gregersen
Í samrøðu við Rás2 greiðir 34 ára gamli miðverjin frá hvussu tað kennist, at verða valdur sum liðskipari fyri føroyska landsliðið. Hann greiðir eisini frá hví Jóannes Jakobsen, sum í dag er hjálparvenjari á landsliðnum, er hansara stóra fyrimynd.
Les eisini: Óli Johannesen heldur Alti er eitt gott val
Hann greiðir eisini frá leiklutinum hjá einum liðskipara og hvat hann væntar til dystin í kvøld. Sum heild hevur Atli Gregersen góðar vónir og ætlar sær stig, men veit eisini hvat tað inniber.
Dysturin millum Føroyar og Ungarn verður útvarpaður beinleiðis á Rás2, sum byrjar at senda klokkan 16. Rás2 byrjar at senda klokkan 16 við upptakt.