Noreg: Stongdi tveir ungar menn úti á tekjuni

Annar maðurin datt av tekjuni og doyði av løstum, hann fekk, og hin varð hjálptur niður av bjargingarfólki

Ungu menninir vóru farnir upp á tekjuna í einari íbúð, har teir hjálparleysir vórðu stongdir úti

Í Noregi hevur eitt serstakt mál verið fyri í rættarskipanini.

 

Tað er ein maður, sum hevur fingið 60 dagar fongsulsrevsing fyri at hava stongt tveir ungar menn úti á einari skráari húsatekju. 

 

Hendingin fór fram í Moss í Noregi í mars í fjør - ella fyri stívliga einum ári síðan.

 

Ungu menninir vóru inni í einari íbúð og fóru síðan út á tekjuna, har teir hjálparleysir vórðu stongdir úti.

 

Hetta endaði við, at hin eini maðurin datt niður av tekjuni og doyði av løstunum, hann fekk, og hin varð hjálptur niður av bjargingarfólki.

 

Sambært dóminum í Søndre Østfold Tingrett í Noregi skal maðurin eisini rinda endurgjald til trý eftirsitandi í vanlukkuni.

 

Norska kringvarpið veit at siga, at ein partur av sektini er fyri eitt annað revsimál hjá manninum, sum nú er dømdur at sita í 60 dagar.

 

Myndina omanfyri eigur norskar kringvarpið, NRK.

 

##med2##

 

Lesið eina størri grein um hendingina á -

 

https://www.nrk.no/ostfold/dode-etter-fall-fra-tak-i-moss_-venn-domt-til-fengsel-i-tingretten-1.17426609

 

 

 

 

 

Ungu menninir vóru farnir upp á tekjuna í einari íbúð, har teir hjálparleysir vórðu stongdir úti