Stongt vegna gott veður

Vit skilja ólukksáliga væl, at Niels L. Arge valdi at lata aftur í gjár, tá sólin bakaði oman og niðan.

Niels L. Arge valdi í gjár at lata handilin aftur, tí tað var gott veður. 

 

Herðaklapp frá Blits til Niels L. Arge fyri at tora at gera tað, sum vit øll hugsa: Kunnu vit ikki bara arbeiða tá tað regnar?

 

 

Tað er sjálvandi keðiligt fyri tey, sum fegin vildu keypa sær okkurt prýði frá Niels L. Arge júst í gjár, men spurningurin er hvussu nógv fólk leggja í at ganga inni, tá vit hava sól og summar í Føroyum.

 

Og hvat er tað ikki herligt, at onkur torir at ganga ímóti streyminum og lata handilin aftur, bara tí tey hava hug til tað.