Stongt vegna vitjan

Bakaríið: Hóast flakavirkið ikki steðgaði upp, so valdi bakarin í bygdini kortini at steingja handilin fyrrapartin í gjár.

Á einum skelti í úthurðini boðaði hann frá, at vegna kongaligu vitjanina varð handilin stongdur millum kl. 9 og 11.
Hetta var helst ein røtt avgerð. Hóast nógv fólk var samankomið beint uttanfyri handilin, so høvdu fólk helst annað at hugsa um enn breyð og køkur hesa løtuna í øllum førum.