Blái Krossur í Føroyum kallaði inn til tíðindafund seinnapartin í gjár.
Orsøkin var, at stuðulsbólkurin hjá Bláa Krossi skuldi handa felagnum ein kekk uppá kr. 90.000.
Stuðulsbólkurin hevur seinastu trý-fýra árini regluliga havt bingo.
Í byrjanini hildu tey bingo annaðhvønn týsdag. Tað varð seinni flutt til fríggjadag, men tá ið sjónvarpið byrjaði við Gekkinumvar bingorøðin flutt til eitt hóskvøld og ein sunnudag um mánaðin.
Tað eru tær tíggjar, Elin Reinert Planck, Magny Petersen og Marjun Mortensen sum myndað stuðulsbólkin, men tær hava fingið góða hjálp frá øðrum góðum fólki.
Tær ætla sær at royna eina tíð enn, men siga samstundis, at tað er nógv truplari nú, tí kappingin um bingokundarnar er so stór.
Allur peningurin tær hava savnað inn, fer óskerdur til nýggju kaffistovuna hjá Bláa Krossi, sí annars grein aðrastaðni í blaðnum.