Stór verkætlan sum ikki er váðaleys

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, heldur at simulatordepilin hjá Atlantic Airways fer at skapa nógv arbeiðispláss, og geva føroyingum eitt meira altjóða útsýni

Í gjár blivu nýggju tyrlu og flúgvarasimulatorarnir hjá Atlantic Airways Aviation Academy tiknir í nýtslu.

 

Úti í heimi er trot á umstøðum til at venja í, bæði til flogfør, tyrlur, og í tilbúgvingini. Nýggju simulatorarnir eru gjørdir júst til hesar uppgávur, og áhugin er stórur. Nógv flogfeløg hava vent sær til Atlantic Airways tí tey vilja royna simulatorarnar.

 

- Hetta er framsíggið, flog og tyrluskipararnir í Føroyum sæð møguleikar í einum marknaði, har tað ikki hevur verið stórt útboð. Man hevur hugsa stórt, at hetta er nakað sum vit kunnu gera í Føroyum. Tað hevur ikki verið uttan eldsálir, og framsøkin fólk hjá Atlantic Airways, sigur Bjarni Kárason Petersen.

 

Hetta er ikki ein váðaleys verkætlan, og nú skal rakstur fáast í. Tað ræður um at fóta sær, og finna marknaðir. Bjarni Kárason Petersen væntar at simulatordepilin fer at skapa arbeiðispláss, og geva føroyingum eitt meira altjóða útsýni.

 

- Bæði hetta landsstýrið og tað undanfarna hava stuðlað verkætlanini, og hetta er nakað sum vit eru sera glað fyri, sigur Bjarni Kárason Petersen.

 

##med2##

 

##med3##