Stóra tiltakið í SALT í kvød er avlýst

Í kvøld skuldi stórt tiltak vera í SALT á Drelnesi, men hetta verður nú av ongum, frættist í dag.

 

Eftir ætlan skuldi Dynamitt fara á pall, og var hetta fyrsta ferðin í 30 ár, at bólkurin skuldi vitja Suðuroynna. Eisini skuldu Tróndur Enni, Erolf og Hentzar og plátuvendarin Kári Annand Berg undirhalda.

 

Men hetta verður nú av ongum orsakð av serligum umstøðum, frættist úr SALT, og sostatt er stóra tiltakið avlýst.

 

Peningurin fyri atgongumerkini verður fluttur aftur til kundarnar.

 

Somuleiðis er Café SALT brunch í morgin, sunnudagin 12. november, avlýst, skrivar SALT á sínum facebbok vanga.