Landsins størsti tónleikapallur er pallurin, ið verður brúktur til stóru konsertirnar á Vágsbøi. Summar Festivalurin hevur á hvørjum ári gjørt nógv burturúr tøkniligu útgerðini á pallinum, og í ár er einki undantak.
Ongantíð áður hevur ljóðstyrkin verið so stór, sum hon er í ár, og ongantíð áður hevur ljósútgerðin verið so framkomin.
Krøvini frá útlendsku stjørnunum eru stór, og Summar Festivalurin syrgir á hvørjum ári fyri at lúka øll krøv – og væl tað.
Fyrsta konsertin á stóra palli verður í kvøld, tá ið MIKA fer at hava sína framførslu.