Á Havsbrún í Fuglafirði hava tey havt úr at gera tað mesta av hesum árinum. Virkið hevur havt nógvar svartkjaftalandingar, og stundum hava skip og manningar bíðað eftir tørni at sleppa framat til at landa.
Í síðstu viku hevði Havsbrún fleiri landingar, eitt nú Christian í Grótinum við 2500 tonsum, Slættaberg við 1400, Fagraberg við 900 og Høgaberg við 2300 tonsum. Fara vit aftur um farnu viku, var Tróndur í Gøtu við 2800 tonsum og Finnur Fríði við 2600 tonsum.
Óhugsandi er ikki, at onkur onnur skip hava landað aftrat, síðan heimasíðan hjá Havsbrún varð dagførd fyri nøkrum døgum síðan. Rávøran, sum virkið hevur tikið ímóti í ár, kemur væl vlð í framleiðsluni av fiskamjøli og fiskafóðuri til alivinnuna.
Hesa tíðina av árinum plaga føroysku uppsjóvarskipini at fiska svartkjaft so mikið sunnarlaga, at fiskurin ikki verður landaður til matna í Føroyum. Tað er ov long sigling við fiskinum, og tí verður hann seldur Havsbrún til fóður-og mjølframleiðslu.
Sum várið gongur, kemur fiskurin í føroyskan sjógv, og tá er væntandi, at svartkjafturin verður landaður og frystur til matna, eitt nú á Pelagos í Fuglafirði, Varðanum á Tvøroyri ella á Faroe Pelagic í Kollafirði.