Fótbóltskappingin hjá monnum byrjar annað vikuskifti í mars og hjá kvinnum eitt mikukvøld tríggjar vikur inn í mars mánað, men áðrenn hesar dystir skulu stórsteypadystirnir spælast.
Har møtast liðini, ið stóðu seg best undanfarna kappingarár, og eru dystirnir í ár soleiðis, at leygardagin 1. mars klokkan 17 spæla mansliðini hjá Víkingi og HB, sum vunnu ávikavist lands- og steypakappingina, og sunnudagin 2. mars klokkan 15 spæla kvinnuliðini hjá NSÍ og KÍ, sum ávikavist eru greipuvinnarar og silvurvinnarar í landskappingini.
Umframt, at hesir dystir kunnu geva eina ábending um, hvussu frægastu liðini árið fyri eru fyri nú, hava dystirnir eisini til endamáls at útvega pengar eitt vælgerandi endamál. Tí eru hesir dystir eisini samstarv millum Lions og Fótbóltssambandið.
Stuðla Alzheimerfelagið
Seinnu árini hevur skipanin enntá verið tann, at upphæddin frá stórsteypadystunum í bæði hondbólti og fótbólti verður løgd saman, so talan kann vera um eina størri og munabetri upphædd, ið verður latin.
Hesaferð verður tað Alzheimerfelagið, ið fær ágóðan frá dystunum. Hetta er eitt felag fyri tey, ið hava demenssjúku og teirra avvarðandi, og felagið skopar fyri bæði samrøðubólkum, demenslinju, veitir fylgjarakort og útvegar teknið ‟Ein hjálpandi hond”.
Tilsamans liva eini 900 fólk í Føroyum við demensi, og av teimum eru um 30 fólk undir 67 ára aldur. Øll hesi, ið eru rakt av demensi, hava eisini avvarðandi, og tað talið verður mett at vera yvir 2.000 tilsamans.