Stórt at savnast við sangi

Sólrun Michelsen, rithøvundur, svarar spurningum um ólavsøku

Rithvøundin Sólrun Michelsen svarar her spurningum um ólavsøku.

 

 

 

Hví fert tú á ólavsøku?

 

– Eg fari ikki á ólavsøku, men eg eri á ólavsøku hvørt ár, tí eg búgvi mitt í henni her í Gundadali, og tá sleppir tú líkasum ikki uttanum hana

 

 

 

Hvussu heldur tú ólavsøku í ár?

 

– Eg haldi ólavsøku í ár, sum eg havi undanfarin ár. Fari oman til setanina og vitji allar listaframsýningarnar og práti við fólk. Seinni støkkur onkur inn til ein bita. Ólavsøkudag møti eg saman við øllum hinum sangglaðu í posthúskjallaranum (plagdi tað at vera) at hita røddirnar upp til sangin undir Tinghúsinum. Aftaná út í Tinganes at syngja víðari, og so plagdu vit at fara haðani og niðan til Essabar upp á loftið at syngja enn meira. Eg veit ikki hvussu alt verður í ár.

 

 

 

Hvat er tað besta við ólavsøku?

 

– Tað besta við ólavsøkuni er sangløtan undir Tinghúsinum. At síggja út yvir ta pyntaðu mannfjøldina, har vit við sangi savnast um at vera føroyingar. Tað er stórt.

 

 

 

Hvat kundi verið øðrvísi á ólavsøku?

 

– Eg veit ikki, um eg vil hava nakað at vera øðrvísi. Alt broytist við árunum. Og tó, so minnist eg, tá fólk savnaðust uttanfyri hjá Hjalmar Jacobsen at syngja føroyskar sangir, og fólk savnaðust uttanum og sungu við. Hetta var spírin til midnáttarsangin. Nú haldi eg, at hann er vaksin út úr klæðunum og er vorðin alt ov stórur. Tað hugnaliga er horvið. Og so ikki gera undirhaldið til børnini so turrgelt og kommercielt við smávinningum, sum detta sundur í hondunum á teimum. Smáir fiskidammar og tombola og lukkuhjól fingu eisini hjørtuni at banka títtari.