Um 10 tíðina í morgun kom stóra amerikanska krígsskipið USS Ross á Runavík. Talan er um ein destroyara við missilum, sum hoyrir til amerikanska flotan.
Hetta er sostatt tann mest greiða ábendingin um, at USA veruliga ætlar sær at gera álvara burturúr at brúka føroyskar havnir til síni krígsskip. Tí av tí at Føroyar liggja her, sum vit liggja, so er lætt hjá amerikanarum at koma hendan vegin at fáa ymsar tænastuveitingar. Og tað er júst hetta, sum USS Ross er komið fyri at fáa.
– Tað er komið er fyri at bunkra og sleppa av við burturkast og leivdir. Teir skulu nokk eisini hava proviant, meini eg, sigur Brandur Højgaard, havnarmeistari á Runavíkar havn og vísir á, at tað annars hevur gingið væl.
Sum vit skilja er USS Ross á vakt her um leiðir - ella á patrulju. Krígsskipið steðgar í Runavík í umleið eitt samdøgur, og tað fer avstað aftur í morgin.
Manningin telur umleið 300, men eingin ætlar sær í land orsakað av koronustøðuni.
Her er mynd av USS Ross, sum liggur við kai í Runavík.
##med3##
Fleiri krígsskip koma nokk
At eina so stórur destroyari er komin til Føroya nú, kemur ikki óvart á. Vit hava leingi vitað, at amerikansk krígsskip nokk fara at vera ein nógv meira vanligur gestur í Føroyum. Tí amerikanarar vilja kunna heita á føroyskar havnir, tá teir við sínum herskipum patruljera í Norðuratlantshøvunum og Arktis, har stór hernaðardubbing annars fer fram.
Men at eitt herskip longu skuldi koma akkurát nú, kemur kanska eitt sindur óvart á. Vit hava spurt á Runavíkar havn, um tey hava vitað hetta leingi, men tað hava tey ikki. Tey fingu boðini stutt áðrenn skipið kom. Vit hava eisini spurt Uttanríkisráðið, hvat status er við amerikanskum herskipum, men tey vilja ikki fortelja serliga nógv. Og síðsta hósdag høvdu tey í øllum førum einki nýtt - søgdu tey.
Fyri góðari viku síðani var eitt amerikanskt sendilið í Føroyum og kannaði føroyskar havnir. Endamálið var at eyðmerkja, hvørjar havnir eru egnaðar at taka ímóti teirra risastóru herskipum. Nú er USS Ross so komið til Runavíkar, so tað má benda á, at amerikanarar lata væl at havnini har.
LES EISINI: Sendinevnd úr USA hevur hugt at havnum í Føroyum
Í oktober 2019 kom fyrsta amerikanska krígsskipið í yvir 30 ár til Føroya. Tað var USS Donald Cook, sum var á sjarmusókn her, og tað lá eisini í Runavík, har tað varð móttikið við opnum ørmum av føroysku myndugleikum.
USS Ross er sostatt fyrsta amerikanska krígsskipið, sum vitjar í Føroyum aftaná USS Donald Cook. Hetta er uttan iva ikki síðstu ferð, at eitt amerikanskt herskip kemur hendan vegin.
##med2##