Stórt mannfall í Klaksvík

Bæði verjan og KÍ miðvøllurin verða mannað av nýggjum ímóti HB, sum eigur besta miðvallaran av øllum

Meðan tað hevur gingið sum eftir ánni hjá HB, ið framvegis er ósigrað, so hevur tað seinastu ferðirnar verið lítið sannførandi hjá KÍ. Tað eru fyritreytarnar undan klassikaranum, tá ið HB og KÍ hittast í Klaksvík.

Tølini siga, at heimaliðið er í dalinum, og at gestirnir eru heilt á toppinum. Næstsíðsta sunnudag vann HB 4-0 á Toftum, og síðsta sunnudag tapti KÍ 5-3 á Toftum!

-Hetta var vónandi botnurin. Vit kunnu á ongan hátt vera nøgdir, og tað er gott, at tað er HB, sum nú kemur til Klaksvíkar. Gamli klassikarin er størsta uppgerðin, og hetta er gott høvi hjá okkum at vísa, at bummtúrurin á Toftum var ein svipsari. Vit vita, at hetta verður sera torført, men vit fara vónandi undir avbjóðingina við eyðmýkt, virðing og arbeiðssemi, sigur KÍ venjarin Eyðun Klakstein.

Hjá honum er neyðugt at gera í minsta lagi tríggjar og eftir øllum at døma fýra broytingar. Tað er upplagt, at Heðin á Lakjuni avloysir leikbannaða Tórur Justesen á vinstra vongverja. Miðvøllurin skal eisini umskipast. Tað er greitt, at Atli Danielsen ikki verður við, og tað er ivasamt, um liðformaðurin, Hjalgrím Elttør, verður førur fyri at spæla. Tað er greitt, at miðverjin Jonas Flindt Rasmussen ikki verður við.

 

HB málmunurin – 9-0 í trimum dystum – sigur, at tað gongur strúkandi. Ein av høvuðsorsøkunum til, at tað hevur gingið so væl, er, at liðformaðurin og miðvallarin Fróði Benjaminsen hevur verið so framúr.

Málverjin Teitur Matras Gestsson hevur eisini verið sera sannførandi. Ímóti Skála í Gundadali spældi mótstøðuliðið seg til fleiri upplagdar málmøguleikar, men málverjin stórbjargaði:

At sjálvsálitið er í topp prógvar útsøgnin hjá málverjanum:

-Teir vóru í einstøkum støðum tætt við, men vit høvdu tak á tí, og um teir høvdu skorað, so haldi eg, at vit høvdu megnað at skora eina ferð aftrat.

HB spælir hvørja ferð fyri at vinna fulla úrtøku, og tað er eingin orsøk til, at tað ikki skal vera soleiðis í Klaksvík sunnudagin.

Alex José dos Santos er um at koma fyri seg aftur eftir langan skaðasteðg. Gunnar Haraldsen er framvegis skaddur.