Eisini í Sandoynni verður stórt tiltak hetta vikuskiftið. Tað er Sandoyarstevnan sum verður hetta vikuskiftið. Hon gongur upp á skift ímillum bygdirnar og hesa ferð verður hon í Húsavík. Tað er Ungmannafelagið, Sólarris, sum skipar fyri, og har er mangt og hvat á skránni, bæði tónleikur, og nógv onnur tiltøk fyri bæði børn og vaksin.
Sandoyarstevnan verður sett fríggjakvøldið klokkan 18.30. Tað verður á Stórastovutúni, har Jákup Sørensen, ið er hálvur húsavíkingur, og ráðgevari í Nora, setir stevnuna og ítróttarfólk í oynni ganga skrúðgongu. Har verða eisini tvær konsertir, onnur við Fríða Sigmundsson og hin við Hanusi G. Johansen.
Leygardagurin verður meiri rokaligur, tí tá verður áartusk á skránni longu klokkan 11. Túrurin er ígjøgnum áir, veitir, rør, eftir sandinum, á sjógv og í mýrilendi. Tiltakið er fyri øll. Tey, ið hava hug at kappast, fara fyrst avstað, men annars ber eisini til at njóta túrin – men tað er frægast at vera í vásaklæðum
Leygardagin verður eisini sjódypp við sauna og hitapotti, tivoli, sigling við gummibátum, umframt onnur barnatiltøk á vøllinum og um kvøldið verða aftur konsertir við Inga Poulsen og Danny Baldursson, Ester Kristiansen og Janus Viberg. Á midnátt verður felagssangur og midnáttarrøða. Tað er Eyðna Magnussen sum er úr Húsavík, og sum er skúlastjóri á Eysturskúlanum, sum heldur midnáttarrøðuna, og aftaná verður dansur.
Sunnudagin byrjar skráin við Gudstænastu í kirkjuni, har The Gadders eisini fara at syngja. Seinnapartin verður gongutúrur við frásøgufólki runt bygdina, umframt annað.