Stórt trýst á Landssjúkrahúsinum

? Dagarnar eftir páskir eru sjáldsama nógv fólk løgd inn á Landssjúkrahúsið, serliga eldri fólk við influensu, og tað hevur ført við sær, at nógv hava bíðað úti á gongunum upp til 5 tímar, áðrenn tey eru sloppin víðari

Nógv fólk liggja og hava ligið við ógvusligari influensu um landið og tað hevur merkt arbeiðsgongdina á Landssjúkrahúsinum seinastu dagarnar. Týsdagin og mikudagin vórðu ávikavist 12 og 7 fólk løgd inn á B6 og hjá helminginum týsdagin var støðan akutt. Talan var serliga um eldri fólk við influensu, og hjá fleiri varð leingi at bíða til tey fingu eina stovu at liggja á.

? Tað er sjáldsamt, at so nógv verða løgd inn eftir einum degi á eina deild. Á deildini hava vit bara 24 pláss. Fyri sjúklingarnar merkir tað, at teir ikki fáa ta móttøkuna, sum vit annars veita, tí so nógv er at gera. Men vit royna at gera okkara besta kortini, sigur Bergljót Ihlen, fyristøðukvinna á Landssjúkrahúsinum.


Ein deild stongd

Medisinska deild ella B7 hevur verið stongd um páskirnar og letur ikki upp aftur fyrr enn mánadagin. Tað hevur ført við sær, at nógvir sjúklingar hava verið noyddir at ligið úti á gongini og bíðað á B6. Hjá mongum hevur bíðitíðin verið ógvuliga long, upp til 5 tímar, og hjá ússaligum fólki hevur tað tí ikki verið so stuttligt.

? Vit hava ógvuliga nógv at gera og lítið pláss. Men støðan hevur ongantíð verið óforsvarlig. Sjálvandi virkar støðan kaotisk fyri fólk, sum koma inn, men vit hava alla tíðina yvirlit yvir støðuna og prioritera uppgávurnar. Tá ið ein deild er stongd, fyllist skjótt og tí verða vit noydd at hava fólk liggjandi á gongunum, hóast vit royna at sleppa undan. Fólk verða útskrivað og innløgd í nærum sama tíðarbili og tí kann tað koma fyri, at seks sengur við sjúklingum standa á gongini. Men út í móti kvøldi er vanliga aftur friður. Henda støðan kann eisini koma fyri, tá ið ongin deild er stongd. Er støðan akutt hjá sjúklingum, verður lækni sjálvandi beinanvegin tilkallaður og viðkomandi lagdur á B8, sigur Bergljót Ihlen.

Tá ið trýstið er so stórt, sum tað hevur verið seinastu dagarnar, verða fleiri starvsfólk innkallað.

? Høvuðstrupulleikin er, at játtanin er so skerd umframt, at vit hava so fáar læknar, sigur Bergljót Ihlen.

At B7 er afturlatin á páskum er ikki óvanligt. B6 og B7 eru stongdar skiftivís annað hvørt ár á páskum og jólum umframt 10 vikur um summarið og tað hevur verið mannagongdin, síðani Landssjúkrahúsið fór undir stóru sparingarnar fyrst í nítiárunum.

? Upp undir stóru høgtíðirnar er tilgongdin av sjúklingum so lítil sum til ber, sigur Mary í Garði, sjúkrahússtjóri.