Stórt trýst á Liverpool í kvøld

Champions League: Bólturin rullar aftur í kvøld, og tað eru áhugaverdar uppgerðir á skránni

Í kvøld verða fyrstu dystirnir í 2. umfari í bólkaspælinum í Champions League. Longu nú er trýst á eitt nú Liverpool, og tað er stórur spenningur í Munchen, har Robert Lewandowski er á vitjan við sínum nýggja felagi, FC Barcelona.

 

Bólkur A:

 

Tað er bara ein dystur í bólki A í kvøld. Hann er á Anfield millum Liverpool og Ajax. Heimaliðið tapti 4-1 í Napoli í fyrsta umfari, meðan Ajax vann greiðan sigur á skotska Rangers. Tí er eitt ávíst trýst á Liverpool undan dystinum í kvøld.

 

Helst hevur tað tænt Liverpool væl, at dysturin móti Wolverhampton, ið skuldi verða farna leygardag, bleiv útsettur vegna krúnuskiftið í Bretlandi. Liverpool hevur havt nógv at arbeitt við, og Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, hevur boðað frá, at tað hevur verið tosað við stórum bókstavum undan dystinum í kvøld.

 

Liverpool – Ajax (20.00)

 

Bólkur B

 

Tað var dramatikkur, tá Atletico Madrid í yvirtíðini vann 2-1 á FC Porto. Stóra søgan er, at Atletico Madrid ikki vil brúka Antoine Griezmann meir enn ein hálvan tíma per dyst, fyri ikki at útloysa eina átekning, ið krevur at felagið skal keypa áleyparan fyri nógvar pengar frá FC Barcelona. Nú ljóðar, at FC Barcelona er sinnað at lækka prísin.

 

Bayern Leverkusen – Atletico Madrid (20.00)

 

FC Porto – Club Brugge (20.00)

 

Bólkur C:

 

Robert Lewandowski er aftur í Munchen, eftir skiftið í summar til FC Barcelona. Tað verður áhugavert at síggja hvørja móttøku hann fær. Thomas Muller segði á tíðindafundinum undan dystinum, at mátti ansa eftir, at hann ikki spældi til fyrrverandi liðfelagin av gomlum vana.

 

Viktoria Plzen – Inter Milan (17.45)

 

Bayern Munchen – FC Barcelona (20.00)

 

Bólkur D:

 

Dysturin millum Sporting Lisbon og Tottenham verður fyrr í kvøld, og kann fáa stóra ávirkan á restina av bólkaspælinum, tí bæði liðini hava longu vunnið ein dyst. Tí kann hetta verða kærkomið hjá serliga Sporting, sum óvæntað vann 3-0 í Týsklandi móti Eintracht Frankfurt.

 

Sporting Lisbon – Tottenham (17.45)

 

Marseille – Eintracht Frankfurt (20.00)