Stórur meiriluti fyri uppskoti um gongd í haga

Ein stórur meiriluti av føroyingum tekur undir við uppskotinum hjá Høgna Hoydal um gongd í haga, sum nevnist »Uppskot um burðardygga ferðavinnu«

Nýggj kanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Miðlahúsið um uppskotið hjá Høgna Hoydal um burðardygga ferðavinnu, vísir, at greið undirtøka er fyri uppskotinum. 57% siga seg taka undir við uppskotinum sum tað er, 26% eru ímóti og 16% siga seg ikki vita. 800 fólk svaraðu kanningini, ið varð gjørd sunnukvøldið.

 

Størst er undirtøkan í Tórshavnar kommunu, har heili 67% eru fyri uppskotinum og 18% ímóti. Minst undirtøka er í Norðoyggjum, har 36% eru fyri og 41% ímóti.

 

Av teimum 26% sum eru ímóti ynskja bara 45% (ella 12% samlað) at bøndur framhaldandi skulu kunna krevja pengar inn.

 

26% av teimum sum eru ímóti uppskotinum ynskja kortini, at ferðafólk skulu gjalda, men at gjaldið skal krevjast inn á annan hátt.

 

17% av teimum halda, at tað ikki er rætt at ferðafólk skulu gjalda, hóast tey ikki ætla sær í hagan.

 

##med2##

 

Undirtøkan fyri uppskotinum býtt eftir økjunum: Tórshavnar Kommuna, Norðurstreymoy og Vágar, Eysturoy, Norðoyar, Sandoy og Suðuroy