Stórur vøkstur á Sandi

Í Húsavíkar kommunu var vøksturin í skattainntøkuni í januar størri enn nakra aðrastaðni

Allar kommunurnar í Sandoyar sýslu høvdu størri skattainntøku í januar í ár, enn tær høvdu sama mánað í fjør.

Lutfalsligi vøksturin var størri í Húsavíkar kommunu, enn hann var nakra aðra staðni í landinum. Skattainntøkan var 238.048 krónur. Vøksturin var 70.316 krónur, sum svarar til 41,92 prosent. Skattaprosentið í Húsavík er óbroytt – 21,0.

 

Lutfalsligi vøksturin í Skúvoyar kommunu var 16,78 prosent. Skattainntøkan í Skúvoy var 80.416 krónur, og tað var 11.552 krónur meiri enn sama mánað í fjør. Skattaprosentið í Skúvoy er óbroytt – 16,0.

 

Á Sandi lyfti skattainntøkan í januar seg upp um milliónina – 1.009.649 krónur. Vøksturin var 84.847 krónur ella 9,17 prosent. Skattaprosentið í Sands kommunu er eitt hálvt prosent lægri í ár, enn tað var í fjør. Nú er tað 22,5.

 

Í Skopun var skattainntøkan 864.930 krónur. Vøksturin var 8.541 krónur ella 1,0 prosent. Skattaprosentið í Skopun er í ár 23,25 prosent. Í fjør var tað 23,5.

Í Skálavík var skattainntøkan 277.340 krónur. Vøksturin 6.654 krónur ella 2,46 prosent. Í Skálavík er skattaprosentið óbroytt – 22,0.