Jógvan Philbrow, Elin Norðberg Wenningsted Tausen og onnur, eru nú farin undir fyrireikingarnar til at stovna ein nýggjan flokk til Løgtingið.
Í hesum sambandi fara tey í næstum at savna inn undirskriftir so at tey kunnu stilla upp til val.
Tey siga, at øll eiga at fáa eina góða byrjan uppá lívið og hava møguleikan at luttaka og ávirka sítt egna lív.
- Hetta er ein mannarættur og ikki ein spurningur um pening.
Tí halda tey, at tørvur á einum uttanflokkalista til komandi løgtingsval.
- Vit kunnu ikki verða standandi á síðulinjuni longur og hyggja at meðan menniskju vera uppgjørd í krónum og oyrum, prosentum og hagtølum, siga tey á Facebook.
Og tey ætla sær á val við hesi valskránni:
- At varpa ljós á at øll ikki hava sama møguleikan at tala sína egnu søk. At virka fyri at ávísir samfelagsbólkar ikki bert vera uppgjørdir í roknistykkjum. At tryggja at barnarættindi og rættindini hjá teimum ið bera brek verða vird og fylgd.
Og tað ætla tey at gera soleiðis:
- Skipa fyri at stovnar, ið skulu taka sær av menniskjum við skerdum førleikum, fáa so góðar umstøður, at teir kunnu røkja sínar uppgávur til fulnar.
Tey vilja eisini skipa soleiðis fyri, at børn í vandabólkum fáa haldgóð tilboð og ikki vera uppgjørd í pengum.
Somuleiðis vilja tey hava, at í lógini verður minsta mark ásett fyri, hvussu nógvir starvsfólkatímar skulu vera fyri hvørt barn á dagsstovnum og tey vilja hava ein barnaumboðsmann, eins og løgtingsins umboðsmaður.