Stríddi seg til sigurs gjøgnum pínu

Seinastu tíðina hevur unga stjørnuskotið stríðst við ein skaða í vinstra baklæri, og í síðsta setti spøkti hesin aftur.

 

Eftir at russarin hevði spælt væl og trýst Caroline út í langar rennitúrar, varð Caroline Wozniacki noydd at fáa hjálp frá fysioterapeutinum.

 

Í síðsta partínum, tá støðan stóð 30-15 til Caroline, fekk hon ógvusligar krampar og fall um, meðan tárini trillaðu eftir kinnunum og andlitsbráið týðiliga vísti ógvusliga pínu.

 

Hon hevði ikki loyvi at fáa viðgerð av fysioterapeutinum aftur, og treiskaðist pínuna og stríddi seg til sigurin.

 

Danska Caroline Wozniacki er við tveimum sigrum tann einasta ósigraða í Hvíta Bólkinum. Hon er tí tætt við at vera klár til hálvfinaluna, men áðrenn skal hon spæla móti serbisku Jelenu Jankovic í dag klokkan 14.