Týska stórfelagið FC Bayern fekk umsíðir eitt sindur at fegnast um, tá liðið vann 1-0 ímóti Karlsruhe um vikuskiftið. Venjarin hjá felagnum, Jurgen Klinsmann, var fegin eftir sigurin, sum er tann fyrsti í fýra dystum. - Vit stríddust sum svakir. Hetta var ein sera týðandi sigur, sum far okkum eitt sindur upp á stigatalvuni, segði Klinsmann eftir sigurin. Bayern er nummar 11 í Bundesliguni.