John Johannessen
Gamla stríðið um hvør skal vera formaður í Sambandsflokkinum heldur fram. Á kjaktorginum á heimasíðuni hjá Unga Sambandinum er lívligt orðaskifti um formanssessin, og ungmannafelgið fær stuðul frá fyrrverandi tingmanninum, Atla Hansen.
Atli Hansen hevur eina drúgva viðmerking í kjaktorginum, har hann rósir ungmannafelagnum fyri at hava tikið spurningingin um formannin upp aftur. Men Atli Hansen heldur kortini, at Unga Sambandið átti at latið vera við at peika út nýggja formannin beinan vegin.
? Høvdu tit bert boðað frá, at tit fóru at seta eitt uppskot fram á komandi landsfundi ella á einum komandi eykaaðalfundi, so kenni eg meg vísan í, at tit høvdu fingið meira enn eitt evni at valt ímillum, sigur Atli Hansen í viðmerkingini til Unga Sambandið.
Eingin endurnýggjan
Atli Hansen vísir eisini við allari virðing á, at formansevnið, sum Unga Sambandið hevur valt, ikki er nøkur endurnýggjan fyri flokkin. Unga Sambandið skjeyt nevniliga fyri knøppum mánaði síðani upp, at Lisbeth L. Petersen skuldi gerast komandi formaður Sambandsfloksins.
? Eg fari enn einaferð at heita á tykkum, um tykkara evni skuldi tikið seg aftur ella ikki hevur hug at taka av, so at boða frá tí og bíða eina tíð og vita, um ikki okkurt vísir seg. Eg meini í veruleikanum, at tit áttu at tikið hetta málið upp nú og antin kravt eitt svar her og nú ella at taka boðið aftur við tí grundgeving, at man ynskir at lata fleiri evnir koma framat, sigur Atli Hansen í almennu viðmerkingini til Unga Sambandið.
Tá Unga Sambandið gjørdi av at peika á Lisbeth L. Petersen sum nýggjan formann fyri Sambandsflokkin var ikki full semja um, at tað skuldi vera Lisbeth L. Petersen. Tí varð atkvøtt um ymisk evni, og gjørdist úrsitið, at Lisbeth L. Petersen gjørdist nummar eitt og Alfred Olsen, tingmaður úr Eysturoynni, gjørdist nummar tvey.
Lisbeth L. Petersen hevur enn ikki svarað Unga Sambandinum, um hon hevur hug at verða stillað upp sum formansvalevni. Men sigur hon nei, fer Unga Sambandið at av nýggjum at umrøða, um Alfred Olsen skal skjótast upp, sigur Michael Jensen, formaður í Unga Sambandinum.
Ónøgd við úrlistini
Unga Sambandið heldur, at Edmund Joensen hevur tænt sínar bestu dagar sum formaður fyri Sambandsflokkin, og at flokkinum tørvar ein nýggjan formann.
Hesa somu fatan hevur Atli Hansen, sum áður í fjølmiðlunum og til landsfundir og aðrar fundir í Sambandsflokkinum hevur víst á sína ónøgd við Edmund Joensen sum floksformann.
Atli Hansen heldur tað vera burturvið av Edmund Joensen at brósa sær av, at Sambandsflokkurin hevur havt eina framgongd uppá 4 prosent í seinastu veljarakanningunum.
Eingin tosar um, at vit eru farin aftur í tveimum teimum seinastu
kanningunum. Bert 4 prosent fram eftir eitt katastrofuval sum seinast er ein katastrofa í sjálvum sær, Heldur Atli Hansen.