Føroyska listalandslagið er í hesum døgum alt annað enn merkt av mjúkum litum, bláum himni, summargrønum slættum og hugtakandi sólskini. Skuldi onkur av føroysku listafólkunum nú mála hetta landslag, so hevði tað líkst meira einum myrkum vígvølli við skotgravakríggi, rúkandi byrsumúlum og listarligum spreingingum.
Tað er trupult at staðfesta, hvar hetta stríð byrjar, og hvar tað endar. Men fronturin er í løtuni Listasavn Føroya, har nýggjur leiðari skal setast.
Ein fundur í stýrinum fyri Listasavni í farnu viku skuldi seta nýggjan leiðara fyri Listasavn Føroya, og ein meiriluti í stýrinum var samdur um, at Helgi Fossadal skuldi hava starvið. Men formaðurin í stýrinum var ímóti hesum, og hann hevur biðið Mentamálaráðið kanna, um umsøkjararnir lúka treytirnar í starvslýsingini.
Nú valdar ruðuleiki, og stóri spurningurin er, um leiðarin er settur ella ikki.
Eingin endalig loysn
Síðani Bárður Jákupsson fór frá sum leiðari fyri Listasavn Føroya, hevur tað ikki eydnast at finna eina varðandi loysn fyri leiðsluna av savninum.
1. juli í fjør varð Mathea Hilduberg sett sum leiðari fyri Listasavnið, meðan danska Inger Smærup Sørensen ein mánað seinni fór til arbeiðis sum listafrøðingur.
Stýrið fyri Listasavnið ætlaði, at leiðslubygnaðurin fyri savnið skuldi vera soleiðis, at ein leiðari var við hægstu ábyrgd av savninum í breiðari merking, og síðani skuldi ein listarligur leiðari verða, sum skuldi hava útbúgving sum listafrøðingur og hava listarligu ábyrgdina av Listasavninum.
Men hesin bygnaður er ongantíð formliga settur í verk, Mathea Hilduberg segði seg úr starvinum eftir stuttari tíð, og Inger Smærup Sørensen gjørdist fyribilsleiðari fyri Listasavnið.
Nú skuldi ein endalig so ein leiðari endaliga setast at stýra Listasavninum, men tað endaði bara við, at stríðið millum tveir ymiskar bólkar í listaumhvørvinum breyt út í ljósum loga.
Stýrið skal seta leiðara
Tað er stýrið fyri Listasavnið, sum ger av, hvør skal verða leiðari. Fýra fólk sita í stýrinum, og tey eru vald av Mentamálaráðnum, Tórshavnar býráð, felagnum Føroysk Myndlistafólk og Listafelagi Føroya.
Umboðini í stýrinum eru Gunnar Hoydal, sum er formaður, Helgi Fossadal, Heðin Mortensen og Astri Luihn. Í sambandi við viðgerðina av nýggjum leiðara, hevur Malan Marnersdóttir verið innkallað sum eykalimur, tí Helgi Fossadal hevur søkt starvið.
Viðtøkurnar fyri Listasavnið siga, at stýrið fyri Listasavnið setir leiðara og loysir hann úr starvið. Fýra fólk sita í stýrinum, og avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta. Stendur tað á jøvnum, er atkvøðan hjá formanninum avgerandi.
Tá ið leiðari skal setast fyri Listasavnið, verður hetta gjørt eftir innstilling frá tveimum føroyskum listarfeløgum ? Føroysk Myndlistafólk og Listafelagi Føroya. Hesi bæði feløg hava ? sambært upplýsingum hjá Sosialinum ? bæði innstillað Helga Fossadal til starvið og ongan annan av hinum trimum umsøkjarunum.
Vildu fylgja innstilling
Meirilutin í stýrinum fyri Listasavnið tók á fundinum í síðstu viku undir við tilmælunum frá listarfeløgunum, men formaðurin var ímóti, og hann vildi ikki viðurkenna avgerðina.
Gunnar Hoydal vil ikki gera viðmerkingar til tað, sum fór fram á fundinum, men hann sigur avgjørdur, at eingin leiðari er settur fyri Listasavn Føroya.
? Vit hava havt ein internan fund við tagnarskyldu, og tí vil eg ikki gera viðmerkingar til, hvat fór fram á fundinum. Men fundurin varð niðurlagdur, og eg havi vent mær til Mentmálaráðið, sum eg umboði í stýrinum, við eini frágreiðing um støðuna, sigur Gunnar Hoydal.
Formaðurin vil hava Mentamálaráðið at meta um, hvørt umsøkjararnir eru skikkaðir eftir treytunum í starvslýsingini. Sambært lýsingini skal eitt fólk við listarligari útbúgving setast í leiðarastarvið.
? Nú bíði eg eftir, hvat Mentamálaráðið hevur at siga, og fyrr enn eg fái boð fá teimum, havi eg ikki fleiri viðmerkingar, sigur Gunnar Hoydal.
Sambært viðtøkunum fyri Listasavnið er tað stýrið og ikki Mentamálaráðið, sum setir leiðaran fyri Listasavn Føroya. Hví skal Mentamálaráðið so upp í málið?
? Eg havi mett støðuna at vera so serliga, at eg havi givið teimum eina frágreiðing um støðuna, og nú bíði eftir svari frá teimum. Meira kann eg ikki siga.
Nógvir smáir bardagar
Stríðið um leiðaran á Listasavninum er bara ein av nógvum ósemjum, sum hava verið millum tveir bólkar av listafólkum og fólkum í føroyska listaumhvørvinum seinastu tíðina.
Tað er trupult at definera bólkarnar, men ein bólkur við teimum mest etableraðu og royndu listarfólkunum eru komin í minniluta ímóti einum størri bólki av listarfólkum, sum er ein blanding av fólki, sum fáast við listarligt arbeiði burturav og framíhjá.
Tá ið aðalfundur var í felagnum Føroysk Myndlistafólk herfyri, vóru tveir av teimum etableraðu við undirlutan í atkvøðugreiðslum.
Ein nýggjur nevndarlimur skuldi veljast, og her stóð valið millum Bárð Jákupsson og Guðrið Poulsen, og Guðrið varð vald. Eisini skuldi eitt fólk veljast at umboða felagið í stýrinum fyri Listasavnið, og her varð Sigrun Niclasen, sum er eitt lutvíst nýtt navn í listaumhvørvinum, vald fram um Trónd Patursson, sum varð skotin upp av Bárði Jákupsson.
Tveir dagar seinni fekk formaðurin í Føroysk Myndalistafólk bræv, har ellivu av teimum meira royndu yrkislistarfólkunum meldaðu seg úr felagnum ? millum annað Bárður Jákupsson og Tróndur Patursson. Hetta kom sum ein avleiðing av aðalfundinum, tí tey ellivu hildu, at felagið ikki longur røkti teirra áhugamál.
Nú halda fólk í listaumhvørvinum ondini, meðan bíðað verður eftir svari úr Mentamálaráðnum. Fólkini í stýrinum fyri Listasavnið vilja ikki gera viðmerkingar til støðuna, og tað tykist, sum um óvissan um leiðarastarvið er stór í løtuni.