Stríð um servituttar

Tveir trøðeigarar hava stevnt Tórshavnar kommunu, tí teir meta ikki, at teir eiga at gjalda kommununi fjórðingspart av søluprísinum av teimum trøðum, teir hava átt

Mikudagin var eitt mál - ella rættari tvey - fyri í Eystara Landsrætti, sum hesa vikuna hevur verið í Føroyum.
Bæði málini snúgva seg um servituttir, sum Tórshavnar kommuna hevur felt inn í sáttmálar av leigutrøðum, sum seinni eru keyptar frá kommununi.
Lógin stavar heilt afturi frá 1931, og ein av trupulleikunum er, at onkur hevur avtalu við amtið frá undan hesari tíðini. At trøðin so er farin í arv seinni, metti verjin hjá teimum báðum monnunum ikki broytti nakað.
Málið er fyrr roynt í Føroya Rætti, og tá fekk kommunan viðhald. Men mett hevur verið, at so mikið av iva er í málinum, at vert er at royna tað í Eystara Landsrætti.
Talan er jú eisini um rímiliga stórar upphæddir, út við eina millión í part, so tað skal ikki so nógv til, fyri at fara víðari við málinum.
Bert fá vitnir vórðu førd í Eystara Landsrætti mikudagin. Christian Andreasen, ið var sakførari hjá teimum báðum traðarmonnunum, førdi eitt vitni, og Johan Lamhauge, ið var sakførari hjá Tórshavnar kommunu, førdi somuleiðis eitt vitni.
Í báðum førum var talan um fínjusteringar av frágreiðing, ið vórðu givnar í Føroya Rætti, ið feldi dóm 21. desember 2011.

Ymsar treytir
Sambært øðrum traðarmanninum vóru ikki somu treytir galdandi fyri traðirnar.
- Bróður mín seldi part av sínari trøð um somu tíð sum eg í 2006, og meðan eg mátti gjalda fjórðingsgjald til kommunnuna, var hetta ikki galdandi fyri bróður mín, greiddi annar av traðarmonnunum frá.
Hetta helt hann vera undanligt, tí báðir seldu til sama keypara - KJ Contractors - um somu tíð.
Hann fekk eisini eitt grundstykki frámatrikulerað, men tá rindaði pápin einki fjórðingsgjald.
Fyrrverandi kommunustjórin, Kjartan Kristiansen, var eisini kallaður inn og hann greiddi frá, at fyrst í 50-unum og kanska enn fyrr, gjørdist kommunan trek at lata leigutraðir og at selja traðir.
Christian Andreasen helt, at talan er um eina gráa sonu. Hartil er galdandi fyri annan av traðarmonnunum, at leigusáttmálin er undirskrivaður við amtið áðrenn lógin fyri kommunurnar kom í gildi í 1931.
Hartil kemur, at nakrar av útstykkingunum als ikki eru seldar enn. Sakførarin vísti á, at eingin heimild finst í lógini frá 1931, at heinta fjórðingsgjald inn, og har aftrat kemur, at hetta bert var galdandi í 10 ár eftir, at trøðin varð seld.
Johan Lamhauge, ið er sakførari hjá Tórshavnar kommunu, vísti á, at tað eru aðrar tíðir í dag, enn tað vóru í 1930-unum. Hann metti ongan iva vera um innihaldið í lógartekstinum, og at heimildin liggur í lógini.
Málið fellur til dóms í seinasta lagi 17. apríl.